Stórt skrædl í Sarpugerði

1. DEILD: Ingi Jonhardsson skoraði tvey mál, tá ið Víkingur setti punktum fyri hetta kappingarárið við at vinna 6-0 ímóti EB/Streymi, sum segði farvæl við næstbestu deildina

Tølini siga, at tað var stórur munur á liðunum, tá ið Víkingur í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi, sum longu undan síðsta dystinum var flutt niður í 2. deild.

 

Í kvøld vann Víkingur 6-0, og trivaligi sigurin við tennisúrslitinum ber við sær, at Víkingur eftir øllum at døma hevur tryggjað sær silvurkrónurnar. Víkingur hevur 46 stig og málmunin +26.

 

Einasta liðið, sum á pappírinum hevur møguleika at røkka Víkingi, er AB, sum hevur 43 stig og málmunin +16. AB skal í síðsta umfari spæla á Sandi ímóti B71. Annað av hesum liðunum fer at flyta upp. Um tað verður annað ella hitt verður ikki avgjørt enn, tí dysturin er útsettur, tí fleiri B71 spælarar eru smittaðir av koronu.

 

Hálvleiksstøðan í kvøld var 3-0. Ingi Jonhardsson skoraði tvey mál í ein minutt, tá ið eitt korter var farið, og Páll Erik Djurhuus økti um munin til 3-0, tá ið ein hálvur tími var farin. Í seinna hálvleiki skoraðu Óla Kristian Skála Jacobsen, Rani Hansen, sum skoraði fyri 11. ferð í ár, og Signar á Brúnni.

 

Eingin spælari hjá Víkingi, sum plagar at vera fastur maður á besta liðnum, var á vøllinum í kvøld. Hjá EB/Streymi var Elias Moustage, sum leingi hevur verið skaðaplágaður, á vøllinum í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út.

 

EB/Streymur endaði kappingarárið á 10. plássi við 25 stigum og málmuninum 40 - 69.