- Tað er fantastiskt, at man fer í holt við Spískamarið aftur, men tað er stórt spell, at sendingar í SvF skulu fíggjast av Mentanargrunninum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
Sum tað sæst á in.fo í morgun, hava menninir handan sendingina, Spískamarið, Gutti Winther og Pætur Dahl, fingið tveir mánaðar starvsløn til at framleiða Spískamarið.
- Og tað er fantastiskt, at man fer í holt við tað, tí tað er besta sendingin sum er í SvF. Men at Mentanargrunnurin nú skal til at fíggja SvF-sendingar er avgjørt ikki í lagi, sigur Jonhard Hammer.
Hann dugir ikki at skilja, at SvF ikki megnar at framleiða sínar egnu sendigar.
- Tað er ófatiligt, at SvF ikki megnar at framleiða nakað av týdningi fyri tær 60 milliónirnar, teir fáa um árið. Steypakappingarnar í hondbólti má HSF gjalda fyri, og 3-2 gjalda FSF og ÍSF fyri, vísir Jonhard Hammer á.
Hann heldur, at tað er upp á tíðina, at politikarar taka eina avgerð um, hvat tað er teir vilja við einum almennum Kringvarpi.
- Har fegnist eg um úttalisli hjá Rodmund Nielsen, sum mælir til at privatisera tað, sum kann privatiserast. Tí leisturin hjá Kringvarpinum er í hvussu er ikki heppin, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.