Stórt tónleikatiltak á Ljósfestini í Vági

 Í Vági er sonevnd Ljósfest og tiltøk eru alla hesa vikuna. Hetta er í samband við, at 100 ár eru síðani at vágbingar, - sum teir fyrstu í landinum, fingu streym. Hetta var tá verkið í Botni varð bygt.

 

Leygardagin 16. oktober verður stórt tónleika tiltak á Ljósfestini í Vági. Byrjað verður kl. 16.00 í tjaldinum hjá kommununi, har Uni Debess, Trónd og Lív og Poul Hammer spæla tónleik til klokkan nærkast 18.00.

 

Kl. 18.30 fer Levi Mørk, formaður í Mentamálanevndini hjá Vágs kommunu at heiðra mentafólkum, fyri serstøk avrik gjøgnum tíðina.

 

Kl. 19.00 verður pallurin í miðbýnum tikin í nýtslu, har Robert McBirnie leggur fyri. Og hvønn tíma fram til miðnátt verður eitt nýtt tónleikanavn á pallinum. Hetta leygarkvøldið fara hesi at trína á pallin, umframt Robert McBirnie:

 

Kl. 20.00 Hanus G

 

Kl. 21.00 Georg eystan á, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum

 

Kl. 22.00 Eyðun Nolsøe

 

Kl. 23.00 Ingi Poulsen og Danny Baldursson

 

Kl. 00.00 Hjarnar

 

Meðan tónleikur er á pallinum verða Gissur S. Patursson og Sonne Smith frásøgumenn. Eisini kemur Gissur at diska á kvøldinum.

 

Sostatt er lagt upp til ein tónleikaríkan leygardag í Vági, sum byrjar kl. 16.00 0g endar við hittunum hjá Hjarnar kl. 01.00. Eftir tónleikin í miðbýnum er høvi at leggja leiðina til Jugga, har livandi tónleikur er frá kl. 00.00 til 04.00.

 

Tilber at lesa alla skránna á Ljósfestini her.