Í kvøld verða tvær av seinnu uppgerðunum í 1/8 finalunum í Champions League. Fíggjarliga sperda FC Barcelona fær vitjan av Napoli, meðan Arsenal er aftanfyri móti FC Porto, nú portugisarnir koma á vitjan.
Arsenal (0)-(1) Porto (20.00)
Galeno bleiv stóra hetjan í fyrru uppgerðini, har FC Porto skoraði í evstu løtu. Við einum málleysum javnleiki hevði Arsenal verið greiður favorittur at vunnu seg víðari í kvøld, men við eini leiðslu til gestirnar er støðan ikki heilt tann sama.
FC Porto er at kalla hvørt ár í Champions League og tað plagar at røkka til nakar dystir í endaspælinum. Tað hevur hetta ættarliðið hjá Arsenal ongantíð roynt. Týrstið er stórt á Arsenal, tí liðið við stórum keypum aftur hevur vunnið seg millum tey fremstu í Premier League, men eitt tap móti FC Porto í Champions League hevði ikki smakkað væl.
Væntaðar uppstillingar:
Arsenal: Raya; White, Saliba, Gabriel, Kiwior; Odegaard, Rice, Jorginho; Saka, Havertz, Trossard
FC Porto: Diogo Costa; João Mário, Pepe, Otávio, Wendell; Varela, Nico González, Pepê; Francisco Conceição, Evanilson, Galeno
FC Barcelona (1)-(1) Napoli (20.00)
Tað er eitt óhugnaliga stórt trýst á FC Barcelona í kvøld. Felagið er í syndarligum standi fíggjarliga og víðari luttøka í Champions League hevur alt at siga fyri ársins rokniskap. FC Barcelona var eisini eitt skifti á odda móti Napoli í fyrru uppgerðini, men hevur verri við at spæla til null í ár.
Gestirnir hava ikki sítt besta landskappingarár, men Napoli hevur tað við at skjóta mál. Stóri spælarin er áleyparin úr Nigeria, Victor Osimhen. Fleiri hava lagt upp til, at hetta er dysturin millum Victor Osimhen hjá Napoli og Robert Lewandowski hjá FC Barcelona.
Fyri FC Barcleona er hetta eisini ein dystur um at yvirliva fíggjarliga.
FC Barcelona: Ter Stegen; Koundé, Ronald Araújo, Cubarsí, Iñigo Martínez; João Cancelo, Christensen, Gündoğan; Yamal, Lewandowski, Raphinha
Napoli: Meret; Di Lorenzo, Østigård, Juan Jesus, Mazzocchi; Zambo Anguissa, Lobotka, Traoré; Politano, Osimhen, Kvaratskhelia
Champions League 1/8:
RB Leipzig – Real Madrid (Samanlagt 1-2)
FCK – Manchester City (Samanlagt 2-6)
PSG – Real Sociedad (Samanlagt 4-1)
Lazio – Bayern Munchen (Samanlagt 1-3)
PSV – Borussia Dortmund 1-1
Inter Milan – Atletico Madrid 1-0
Napoli – FC Barcelona 1-1
FC Porto – Arsenal 1-0