U17 landsliðið í fótbólti hjá kvinnum spældi í dag teirra fyrsta dyst í EM-undankappingini, ið verður hildin í Montenegro í hesum døgum.
Fyrsta mótstøðuliðið hjá føroyska liðnum var Finnland, og ikki kann sigast annað enn, at finnar prógvaðu, at tær eru fleiri klassar betri enn føroysku kvinnurnar.
Dysturin millum londini bæði endaði 11-0 til Finnland, aftaná at støðan var 7-0 í steðginum.
Finnar gjørdu skjótt av, tí longu tá fýra minuttir vóru spældir, var Finnland á odda við tveimum málum.
Wilma Sjöholm skoraði bæði tey fyrstu málini, og í 33. minutti gjørdist hon trífaldur málskjútti, tá hon skoraði til 6-0.
Umframt Wilma Sjöholm, so skoraði eisini Jutta Rantala trý mál, Emmaliina Tulkki tvey mál, meðan Anna Olmala, Emma Peuhkurinen og Saara Lappalainen skoraðu hvør sítt mál.
Talan var um fyrsta dystin í EM-undankappingini. 24. oktober møtir føroyska liðið Íslandi og 27. oktober er Montenegro mótstøðuliðið.