Stórtap móti Fraklandi

Hóast málverjin spældi ein góðan dyst, mátti hon sjey ferðir inn í málið eftir bóltinum.

U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Bijeljena í Bosnia/Hersigovina, tapti eisini næsta dystin í kappingini. Týsdagin løgdu okkara gentur rygg til 4-1 tap fyri Kekkia, og hósdagin var tað Frakland, ið fór avstað við sigrinum ímóti Føroyum.

- Vit mugu bara viðganga, at franska liðið var væl betri enn okkara. Tær fronsku genturnar vóru tryggari á bóltinum, og høvdu sum heild fullkomiliga tamarhald á øllum dystinum, sigur John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum.

 

Longu eftir eitt korter var støðan 3-0 til Frakland, og áðrenn farið var til hálvleik hevði Frakland økt til 4-0. Franska leiðslan í steðginum kundi verið størri, men Anna S. Hansen í føroyska málinum bjargaði, tá Frakland fýra minuttir áðrenn hálvleik fekk brotsspark.

 

Í seinna hálvleiki var gongdin hin sama. Frakland sat á øllum spælinum, og kom eisini fram til fleiri málmøguleikar. Føroyska liðið legði seg eitt sindur longur aftur á vøllin, við tí roynd, at avmarka tapið. Kortini eydnaðist tað fronsku gentunum at fáa trý mál afturat, og úrslitið gjørdist tá samanumkom 7-0 til Frakland.

- Eg eri sjálvandi ikki nøgdur við, at vit tapa við sjey málum. Men málverjin, Anna S. Hansen stóð ein góðan dyst, og hevði fleiri góðar bjargingar. Har afturat mugu vit hava í huga, at hitastigini lógu um tey 39 tá dysturin varð spældur, so umstøðurnar vóru eisini av avbjóðing fyri okkara gentur, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

 

Triðji og seinasti dystur í EM-undankappingini í Bosnia/Hersigovina verður sunnudagin, tá føroysku genturnar skulu royna seg ímóti vertslandinum.

 

Samstundis sum Frakland og Føroyar spældu, hittust Bosnia/Hersigovina og Kekkia. Úrslitið í tí dystinum gjørdist 5-0 til kekkisku genturnar.

 

Kelda: fsf.fo