Stórtíðindi: Nýtt fongsul skal byggjast í Føroyum

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen og forsætisráðharri Mette Frederiksen hava júst undirskrivað avtalu um, at eitt nýtt fongsul nú skal byggjast í Føroyum

Fyri løtu síðani kunngjørdu Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at eitt nýtt fongsul nú skal byggjast í Føroyum. Hetta eru sera góð og gleðilig tíðindi, og eitt mál, sum Sambandsflokkurin á Fólktingi leingi hevur arbeitt við.

 

Í samband við fíggjarlógina 2021 vórðu 1,5 mió. kr. settar av til at gera eina kanning av viðurskiftunum hjá kriminalforsorgini í Føroyum eftir áheitan frá Edmundi Joensen. Hendan kanningin vísti greitt, at fysisku karmarnir hjá føroysku kriminalforsorgini als ikki eru nøktandi, at staðsetingin í Mjørkadali so at siga kann vera vandamikil, og at umstøðurnar hjá teimum, ið sita dóm, ikki liva upp til tey krøv og tey rættindi, ið tey innsettu hava.

 

Niðurstøðan á kanningini var, at tann einasta loysnin, ið kundi loysa allar avbjóðingarnar, var at byggja eitt nýtt fongsul við nýggjari staðseting. Og hetta verður nú gjørt.

 

- Hetta eru sera, sera góð tíðindi fyri Føroyar, og eitt prógv upp á, at tann semjusøkjandi tilgongdin í seinasta enda gevur bestu úrslitini. Kanningin, sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi fekk játtað pening til á fíggjarlógini 2021, gjørdi, at donsku myndugleikarnir viðurkendu, at viðurskiftini í Mjørkadali als ikki vóru nøktandi. Hóast fongslið ikki varð raðfest í fleirársavtaluni um kriminalforsorgina seinasta ár, og fleiri nærmast góvu upp, havi eg alla tíðina sagt, at vit fóru at arbeiða víðari við málinum, og at tað bara var ein spurningur um tíð, nær pengarnir vórðu avsettir. Nú er sjón fyri søgn. Hetta er ein gleðiligur dagur fyri alt Føroya fólk og ikki minst fyri kriminalforsorgina í Føroyum, sigur Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin.   

 

Ein er tíðin at dansa, og við Sambandsflokkinum á odda í landsstýrinum Føroyum og við umboðan á Fólkatingi er eingin slingur í valsinum. Samstarv slóðar fyri stabiliteti og gevur í seinna enda bestu úrslitini.