Stóru feløgini í London gera um seg

Premier League: Arsenal vann fríggjakvøldið, og í gjár vunnu bæði Tottenham og Chelsea

Fyrsta umfar í Premier League er í gongd. Í dag skulu bæði Manchester City og Manchester United í gongd. Í gjár misti Liverpool í fyrstu royndini, meðan stóru feløgini í London tykjast fáa eina góða byrjan.

 

Fríggjakvøldið vann Arsenal fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum, tá teir vunnu 2-0 á útivølli móti Crystal Palace. Í gjár vann Tottenham 4-1 á Southampton og Chelsea vann 1-0 á útivølli móti Everton.

 

Tottenham hevur undir leiðslu av Antonio Conte keypt væl inn í summar. Millum teirra eru Ivan Perisic, Fraser Forster, Yves Bissouma, Richarlison og Clement Lenglet, sum er leigaður úr FC Barcelona. Málskjúttar í gjár vóru Ryan Sessegnon, Eric Dier, Dejan Kulusevski og eitt sjálvmál.

 

Chelsea hevði ikki vunnið á Goodison Park síðani 2017, men í gjár riggaði. Einasta málið í dystinum skoraði Jorginho upp á brotsspark. Chelsea hevur eisini verið fyri nógvum broytingum í summar. Nýggjur eigari er í felagnum, og spælarar sum Raheem Sterling, Kalidou Koulibaly og Marc Cucurella eru nýggir í felagnum. Teir komu allir á vøllin.

 

Av øðrum kann nevnast, at AFC Bournemouth vann eitt sindur óvæntað 2-0 á Aston Villa, Leeds vann 2-1 á Wolverhampton og venjararnir munnhøggaðust eftir dystin, Newcastle var nógv betri enn uppflytarnir úr Nottingham Forest og vann 2-0.

 

Premier League 1. umfar:

 

Fríggjadagin:

 

Crystal Palace – Arsenal 0-2

 

Leygardagin:

 

Fulham – Liverpool 2-2

 

AFC Bournemouth – Aston Villa 2-0

 

Leeds – Wolverhampton 2-1

 

Newcastle – Nottingham Forest 2-0

 

Tottenham – Southampton 4-1

 

Everton – Chelsea 0-1

 

Sunnudagin:

 

Leicester – Brentford (14.00)

 

Manchester United – Brighton (14.00)

 

West Ham – Manchester City (16.30)

 

1Tottenham11004:13
2Bournemouth11002:03
3Arsenal11002:03
4Newcastle11002:03
5Leeds11002:13
6Chelsea11001:03
7Fulham10102:21
8Liverpool10102:21
9Brentford00000:00
10Brighton00000:00
11Leicester00000:00
12Manchester City00000:00
13Manchester United00000:00
14West Ham00000:00
15Wolves10011:20
16Everton10010:10
17Aston Villa10010:20
18Crystal Palace10010:20
19Nottingham Forest10010:20
20Southampton10011:40