- Tað er stórur áhugi í vinnuni at sleppa á Føroyabanka at royndarfiska, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Stórur áhugi at sleppa út á Føroyabanka

- Ætlanin er ikki at geva heilt leyst á Føroyabanka, men eg kundi hugsað mær, at vit frá komandi ári settu eina meira vinnuliga skipan í verk, sigur Jacob Vestergaard.

 

- Tað er stórur áhugi í vinnuni at sleppa á Føroyabanka at royndarfiska, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, fegnast um tær royndir, sum eru gjørdar á Føroyabanka í ár og undanfarin ár.

 

- Eg fegnist ikki minst um, at væl hevur verið at fingið av fleiri fiskasløgum, tó at mangt bendir á, at toskastovnurin á Bankanum ikki rættiliga er komin fyri seg enn - eftir friðingar í mong ár. 

 

Higartil í ár eru bæði garna-og línuroyndir gjørdar á Bankanum. Túgvusteinur og Gudrun hava gjørt royndir við gørnum, og síðan hava útróðrarbátar og smærri línuskip í tveimum umførum gjørt línuroyndir. 

Fyrst vóru bátarnir, Anru og Stakkavík, á Bankanum, og síðan Brandur og Fiskivarði, sum er ein umbygdur trolbátur. Ætlanin er, at onkur størri línubátur fer út á Bankan seinni í heyst ella í vetur at gera nakrar línuroyndir aftrat. 

Onnur ár hava eisini aðrir línubátar royndarfiskað onkur stytri tíðarskeið á Føroyabanka.

 

Tað er eingin loyna, at Jacob Vestergaard sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur verið og er av teirri áskoðan, at vit í størri mun eiga at gagnnýta tey fiskasløg, sum vísa seg at vera væl fyri á Bankanum, men sum ikki koma til høldar, tí Føroyabanki er friðaður fyri øllum vinnuligum fiskiskapi eftir ávísari dýbdarkurvu. 

- Ætlanin er ikki at geva heilt leyst á Bankanum, men eg kundi hugsað mær, at vit frá komandi ári settu eina meira vinnuliga skipan í verk, har nøkur skip og bátar fyribils sluppu at fiska eitt ávíst dagatal um árið. 

Jacob Vestergaard heldur, at um tað er soleiðis, at Havstovan, sum ráðgevandi á økinum, ynskir, at veiða ikki fer fram á ávísum leiðum, tí tað serliga er her, at toskurin nørist og veksur, ivast hann ikki í, at til ber at koma til sættis um tað. 

 

Landsstýrismaðurin heldur, at Havstovan eftirhondini hevur viðurkent, at vit eiga at fáa fatur á nøkrum av teimum fiskasløgum, sum síggja út til at vera væl fyri á Bankanum - uttan tó at ganga toskinum ov nær so leingi, sum ivi er um stovnin. 

 

Vit mugu bara ásanna, at totala friðingin av Føroyabanka øll hesi ár ikki hevur givið tað úrslit, sum vónað hevur verið.

 

- Tað vil altíð vera ein kapping um føðina. Eg skal ikki gera meg klókan upp, hvussu henda kapping gongur fyri seg, men tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tá nøgdin av fiskasløgum, sum eitt nú havtasku, skøtu og ymiskum øðrum, verður stór, kann tað møguliga taka okkurt frá toskinum.

 

Jacob Vestergaard sigur, at tað er stórur áhugi í vinnuni at sleppa á Føroyabanka at royndarfiska, og orsøkin er helst eisini, at fiskiskapurin undir Føroyum er so vánaligur í løtuni. Teir, sum hava fingið møguleikan at gera royndir á Bankanum, hava gjørt góðar túrar, samstundis sum tað í seinastuni næstan ikki hevur loyst seg at sett línu á landgrunninum annars.  

Landsstýrismaðurin vísir á, at fiskiveiðan á føroyska landgrunninum altíð hevur verið og er skiftandi, og tað kann ganga skjótt bæði niður og upp. 

- Fara vit bara tvey ár aftur í tíðina, sá alt so væl út við toski undir Føroyum, og vónirnar vóru bjartar. Men, longu árið eftir byrjaði toskurin at taka land, og tað hava fiskimenn altíð hildið vera ódámligt. 

Jacob Vestergaard fegnast tó um, at nakað er at fáa av hýsu á landgrunninum, og tað er eisini gleðiligt, heldur landsstýrismaðurin, at fiskurin nú er bæði feitur og góður.

 

##med2##

 

 

 

- Tað er stórur áhugi í vinnuni at sleppa á Føroyabanka at royndarfiska, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.