Tað hevur ongantíð verið so stórur áhugi fyri at fara í læru sum tað er nú. Ein uppgerð hjá Yrkisdeplinum vísir, at fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vórðu 367 lærlingar tiknir í læru og so nóg hevur tað aldrin verið áður.
Hetta er ein stórur partur av einum árgangi, tá ið hugsað verður um, at hesi seinastu 20 árini eru 600 og 700 børn fødd um árið.
Annars var 2007 tað árið, tá ið flest lærlingar vórðu tiknir. Í teimum góðu árunum frá 2006 til 2008, tá ið farið var undir fleiri stórar byggiverkætlanir, setti lærlingatalið met. Í 2007, sum er tað árið, har flest lærusáttmálar vórðu gjørdir, fóru heili 417 fólk í læru. Teir 417 sáttmálarnir vóru býttir á 39 ymiskar yrkisútbúgvingar.
##mes2##
Tá fíggjarkreppan leikaði á í 2008 og 2009, fall lærlingatalið nógv og kom í 2009 niður á 175 nýggjar sáttmálar, sum er tað sama sum í 2002. Síðan fíggjarkreppuna er talið á nýggjum sáttmálum hækkað aftur, ár fyri ár, og hesi seinastu fýra árini hevur tað verið rættiliga støðugt við umleið 380 nýggjum sáttmálum hvørt ár - uttan í 2020, tá koronufarsóttin setti sín dám á samfelagið. Tað árið var talið á nýggjum sáttmálum 344. Og sum tað sæst í yvirlitinum niðan fyri, er serliga stórur áhugi fyri teimum meiri handaligu fakunum.
##med3##
Í dag er støðan eins góð sum í 2007. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár vóru 367 fólk farin í læru innan 40 ymiskar yrkisútbúgvingar. Umleið 70 føroyskar yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum.
Miðalaldurin á teimum, sum byrja í læru í dag, er beint undir 23 ár og er tað eitt vet hægri enn í 2007, tá miðalaldurin var 22 ár.