Stórur áhugi fyri føroyskari framsýning í Reykjavík

Í dag er árliga stóra árliga mentanarnáttin í Reykjavík, og sum vanligt er, er opið hús á Sendistova Føroya

 

 

 

– Tað er stórur áhugi fyri framsýningini, og nógv fólk hevur verið inni á gólvinum, sigur Bogi Andreasen frá Gallarí Havnará, sum skipar fyri framsýningini.

 

Sendistovan borðreiðir við føroyskum brellbitum og føroyskum drykkjuvørum, Elinborg hevur spælt og sungið nøkur løg saman við framsýningini hjá Gallarí Havnará, sum vísir føroyska list hjá Sigrun Gunnarsdóttur, Bárði Dahl Christiansen og Astri Luihn.

 

##med2##

##med3##

Á mentanarnáttini fer Sendistova Føroya eisini at skipa fyri føroyskum tónleiki í Kaldalón í Hørpuni, og her verður eisini heimildarmyndin – Heartist – um listarkvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttur, vístur.

 

##med4##

##med5##

Bogi Andreasen sigur, at listaframsýningin á Sendistovu Føroya eisini er ein søluframsýning, og hann vónar sjálvsagt, at listarfólkini kunnu selja nøkur av sínum verkum.

 

- Vit eru boðin við til Íslands, og eg haldi, at hetta er eitt gott høvi hjá okkum at seta sjóneyku á føroyska list í Reykjavík, sum soleiðis verður umboðað og sædd.

 

Hann sigur seg eisini vóna, at Gallarí Havnará við átakinum í Reykjavík kann víðka um netverkið og fáa góð sambond í Íslandi, sum møguliga kunnu fáa týdning fyri framsýningarhølini í Havn.

 

- Tað verður eisini spennandi at vita, hvussu undirtøkan verður fyri filminum um listarkvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttur, sum eg haldi er ein fantastiska góður filmur, sigur Bogi Andreasen.

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##