Stórur áhugi fyri nýggjum bátafelag

Bátafelagið Knúkur varð stovnað um vikuskiftið.

Mynd: Eysturkommuna

45 fólk vóru møtt til fundar í Bátasavninum í Leirvík leygarkvøldið, tá skipað varð fyri stovnandi fundi fyri einum nýggjum bátafelag í Eysturkommunu. Tað skrivar Eysturkommuna á síni heimasíðu.


Á fundinum greiddi Ólavur Ólason Poulsen, ið er ein av stigtakarunum, frá endamálinum við at stovna bátafelag, umframt at borgarstjórin Jóhan Christiansen, og havnarfútin, Janus Ryggshamar, havnarfúti, greiddi frá ymiskum viðurskiftum viðvíkjandi bátaplássum í Eysturkommunu.


Samtykt varð at stovna eitt áhugafelag undir navninum “Bátafelagið Knúkur”.


Fyribilsreglugerð var samtykt og skal nevndin leggja uppskot til endaliga reglugerð fyri komandi aðalfund.


Á fundinum vóru hesi vald í fyrstu nevnd felagsins:

Ólavur Ólason Poulsen, Leirvík
Tollakur Joensen, Norðragøtu
Emily Ann á Reynatrøð, Leirvík
Tórhallur Thomsen, Norðragøtu
Jákup Jóhannes Dalsá, Leirvík


Eftir stovnandi fundin helt nývalda nevndin sín fyrsta fund, og skipaði nevndin seg soleiðis:


Ólavur Ólason Poulsen, formaður
Tollakur Joensen, næstformaður
Emily Ann á Reynatrøð, kassameistari
Tórhallur Thomsen, skrivari
Jákup Jóhannes Dalsá, nevndarlimur

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna