Nýggja tíðarritið FÆRØERNE, sum føroyska kunningar- og handilsskrivstovan FØR-DAN í Esbjerg gevur út, hevur fingið góða móttøku. Tíðarritið, sum kemur út á donskum máli, er fyrst og fremst ætlað lesarum í Norðurlondum, men longu nú verður ritið lisið millum norðurlendingar víða um heimin eitt nú í teimum trimum baltisku londunum, Týslandi, Italia, Bretlandi, Kanada og í USA.
Á skrivstovuni hjá FØR-DAN verður upplýst, at stóri áhugin fyri nýggja tíðarritinum er týðiligt tekin um, at áhugin fyri kunning um Føroyar og føroysk viðurskifti er stórur. Harafturímóti ber ikki til at seta lesaraskaran í nakran ávísan bás, tí talan er um ein ógvuliga fjølbroyttan skara.
Upplýsing
Endamálið við nýggja tíðarritinum er fyrst og fremst at kunna útlendingar um Føroyar og ymisk føroysk viðurskifti.
Í fyrstu útgávuni, sum kom í januar, vóru upplýsandi greinar um marknað, vinnulív, fyrireikingar til oljuvinnu, íløgur, ferðavinnu o.a. Millum høvundarnar vóru Tryggvi Johansen, leiðari á Viðskiftastovuni í Keypmannahavn, Herálvur Joensen, leiðari á Oljufyrisitingini og Jógvan Sundstein, grannskoðari.
Í innganginum, sum Edmund Joensen, løgmaður hevur skrivað, varð m.a. sagt, at útgávan av FÆRØERNE er júst í tráð við hugsan landsstýrisins um, at tað er neyðugt at kunna um Føroyar úteftir
.
Eisini hinvegin
Men FÆRØERNE er ikki bara ætlað útlendskum lesarum, og tíðarritið hevur eisini nógvar lesarar í Føroyum.
FÆRØERNE kemur út í litum 11 ferðir um árið, og árliga haldaragjaldið er 240 krónur. Tað ber til at gerast haldari við at rinda haldaragjaldið inn á konto hjá útgevaranum FØR-DAN í føroysku peningastovnunum.
Tað ber eisini til at tekna seg á telefon 75 15 25 11 ella telefax 75 15 77 11.