Nú skal serskúlin, Rásin, í Saltangará, taka næmingar inn á hvørjum ári. Tað varð staðfest á fundi hjá Meginfelag teirra brekaðu í Miðlahúsinum um útbúgvingarmøguleikar hjá ungum, sum bera brek.
Rásin er ein skúli í Saltangará fyri ung ímillum 18 og 25 ár og sum hava menningartarn. Talan er um ung, sum eru so mikið væl fyri, at tey kunnu klára seg sjálvi við hjálp og stuðuli. Sjey næmingar ganga á skúlanum. Skúlagongdin er trý ár og higartil hevur hann bara tikið næmingar inn triðja hvørt ár. Men nú sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, á, at meiri peningur verður settur av til Rásina, so at hann hereftir kann taka næmingar inn á hvørjum ári. Tey, sum ganga í skúla nú, verða næsta summar og tá verða nýggir næmingar tiknir inn. Men á sumri í 2016 skulu sostatt eisini næmingar takast inn á Rásina, og so aftur í 2017 o.s.fr.
Samstundis varð boðað frá á fundinum, at landsstýrismaðurin í mentamálum, og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálaráðið eru farin undir eitt samstarv um Rásina. Tey siga, at tað er neyðugt, at samanhangur er í tilboðnum, tí tá ið næmingar eru lidnir á Rásini, skulu teir eisini hava bústað og okkurt at fara upp til um morgunin.
Annika Olsen sigur, at tey hava sett ein arbeiðsbólk, har leiðarin á Rásini, umboð fyri MBF og onnur eru í, við tí endamáli at lýsa, hvussu tað letur seg ger at fáa fleiri næmingar ígjøgnum skipanina.
|