Stórur dagur í søgu SEV

Umleið 300 fólk sita til háborðs á Hotel Føroyum, nú vindmyllulundin í Húsahaga skal tendrast

Umleið 300 fólk sita til háborðs á Hotel Føroyum, nú vindmyllulundin í Húsahaga skal tendrast.

 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og orkumálum, setti dagin við at vísa á týdningin av at Føroyar gera seg minni bundnar av oljuni. Sonevnda ”elektrifiseringin” av okkara samfelag hevur alstóran týdning, sigur Johan Dahl.

 

Frammanundan hevði nevndarformaðurin í SEV orðið:

 

- Vit hava í dag tikið eitt risafet á grønu kósini, sum vit øll eiga at fegnast um. SEV er fólksins ogn, og góða gongdin innan varandi orkukeldurnar gagnar okkum øllum, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Borgarstjórin í Havn er burturstaddur, og tí fáa áhoyrarnir eina videoheilsan frá Heðini Mortensen.

 

– Okkara visjón er, at øll orkunýtslan á landi skal koma frá grønum orkukeldum áðrenn 2030, sigur Hákun Djurhuus frammanfyri áhoyrarunum.

 

– Vit hava fleiri dagar verið 100% grøn, og mær er sagt, at Sundsverkið lá stilt um vikuskiftið, sigur Hákun Djurhuus.

 

Sambært stjóranum á SEV er stóra avbjóðingin summarið, tá ofta lítið er til av bæði vatni og vindi. Her nevnir Hákun Djurhuus sjóvarfalsorkuna sum besta, framtíðar alternativið til oljuna.

 

Vindmyllulundin í Húsahaga verður formliga tikin í nýtslu klokkan 11, tá Kaj Leo Holm Johannesen trýstir á knøttin.

 

Framleiðslumátturin í Húsahaga er 11,7 MW, og vindmyllurnar, sum eru av slagnum ENERCON, kunnu framleiða 41 GWt um árið. Sambært SEV svarar tað til nýtsluna hjá umleið 9000 húsarhaldum. Somuleiðis roknar SEV við at grøna orkuframleiðslan í Húsahaganum fer at spara orkufelagsskapinum 9000 tons av tungolju um árið.

 

Verkætlanin í Húsahaga kostar umleið 180 milliónir krónur.