Stórur eftirspurningur eftir gulllaksafarsi

- Vit vænta, at vertíðin í ár verður væl longri enn seinnu árini, og vit vóna, at skipini fara at fiska gulllaks í øllum førum allan august og september, sigur Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni.

Gulllaksavertíðin verður drúgvari í ár enn undanfarin ár. Seinnu árini plagdu tey trý partrolarapørini, sum fiskaðu gulllaks, at verða liðug við kvotuna til ólavsøku.

 

Men, í ár eru nøkur viðurskifti øðrvísi, enn tey hava verið seinnu árini.

 

Umframt at gulllaksakvotan er økt við nøkrum túsund tonsum upp í 18.000 tons, eru bert tvey partrolarapør á gulllaksaveiði hesa vertíðina.

 

Tey seks skipini, sum í fleiri ár hava fiskað gulllaks frá apríl til endan av juli, vóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, Polarhav og Stjørnan og Fuglberg og Skoraberg.

 

Men, longu á fyrsta túri á gulllaksaveiði hjá skipunum í apríl, sakk Eysturbúgvin, og síðan hevur tað ikki eydnast Vesturbúgvanum at finna nýggjan makkara.

 

Tískil hava pørini, sum í vertíðini í ár hava fiskað gulllaks, bara verið tvey í tali. Hetta ger, at tað fer at taka longri tíð at fáa heildarkvotuna í hús, enn tá skipini vóru seks í tali.

 

Haraftrat kemur eisini, at kvotan í ár er økt nøkur túsund tons.

 

Tað er Tavan í Leirvík, sum eins og undanfarin ár hevur keypt gulllaksin í ár. Á virkinum verður fiskurin skorin og malin til fars, og størsta keyparalandið er Noreg.

 

Joen Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sigur, at virkið higartil í vertíðini hevur keypt umleið 7.000 tons. Hann vísir á, at eftirspurningurin eftir vøruni er stórur og størri enn undanfarin ár.

 

- Vit vænta, at vertíðin í ár verður væl longri enn seinnu árini, og vit vóna, at skipini fara at fiska gulllaks í øllum førum allan august og september.

 

Stjórin vísir á, at Tavan hevur fingið fleiri bíleggingar upp á gulllaksafars í ár enn undanfarin ár, og á virkinum vóna tey at kunna ganga keyparunum á møti við størri veitingum.

 

- Seinnu árini hava vit keypt umleið 8.000 tons av gulllaksi, men í ár vóna vit at koma upp á eini 10.000 tons. Vit fara at arbeiða gulllaks so leingi, sum skipini eru á hesi veiði, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Joen Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni, sum í vertíðini higartil hevur keypt eini 7.000 tons av gulllaksi.