Stórur fótbóltsdagur í Onglandi

Øll tjúgu liðini í fremstu deildini skulu í eldin nýggjársdag

Síðsta umfarið í øgiliga jóla- og nýggjárstørninum í Onglandi er á skránni í dag. Í vikuskiftinum verður steypakappingin á skránni, so eftir dagsins umfar verður ikki spælt aftur í landskappingini fyrrenn um eina stóra viku.

Nú er kappingin hálvrunnin. Øll liðini hava spælt eina ferð ímóti hvørjum øðrum. Áhugaverdasti dysturin í 20. umfari er ivaleyst tann á Old Trafford, tá ið Manchester United kl. 17.30 fær vitjan av Tottenham. Hesi bæði liðini liggja borð um borð við 34 stigum.

Øll toppliðini eru stórfavorittar. Oddaliðið Arsenal fær vitjan av Cardiff, Manchester City skal longu klokkan 12.45 spæla á útivølli ímóti Swansea, og Chelsea skal spæla á útivølli ímóti Southampton, sum leingi stóð seg væl, men nú tykist viknað eitt sindur.

Everton skal spæla á útivølli ímóti Stoke, Liverpool eigur heimavøll ímóti Hull, og Newcastle skal spæla á útivølli ímóti West Bromwich Albion.