Stórur hondbóltsdagur á Rás2, leygardagin 13. februar. Øll kunnu lurta á www.midlar.fo , og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.
Klokkan 12.00-13.15 verður Upptakt. Vit hoyra innsløg um gongdina hjá VÍF kvinnum, Neistakvinnum, H71 monnum og Neistamonnum og veg teirra til steypafinaluna.
Rás2 hevur sagt frá Coca Cola kappingini frá byrjan, og eigur tí minnligar løtur og útsagnir at spæla fyri lurtarunu.
Klokkan 13.15 og frameftir: Hilmar Jan Hansen sigur frá Coca Cola steypafinaluni Neistin-VÍF kvinnur. Claus Rasmussen verður viðmerkjari.Finalan byrjar klokkan 13.30.
Klokkan 15.45 og frameftir: Tróndur Arge sigur frá Coca Cola steypafinaluni H71-Neistin menn, Julian Johansen verður viðmerkjari. Finalan byrjar klokkan 16.
Lurtararnir kunnu smsa inn á 559999 um teirra vónir til finalurnar, og tá finalurnar eru lidnar kunnu lurtararnir smsa inn á 559999 við lukkuynskjum til vinnandi liðini.
Myndatema, greinar og ljóðbrot frá Coca Cola steypafinalunum koma út á in.fo gjøgnum dagin.