Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg í Fólkatinginum fyri løtu síðani

Avtóku dýra biðidag uttan stuðul frá Onnu og Sjúrði

Eftir orðaskifti í næstan fýra tíma hevur Fólkatingið nú gjørt av – við stórum meiriluta – at dýri biðidagur verður í ár fyri seinastu ferð í Danmark

 

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg í Fólkatinginum fyri løtu síðani

Tað varð greitt, tá Fólkatingið fyri løtu síðani atkvøddi í málinum. Orðaskiftið var bara millum andstøðupolitikarar, tí eingin frá stjórnarflokkunum tók orðið.

Stórur spenningur var um atkvøðugreiðsluna, tí andstøðan hevði avtikið clearingsskipanina, sum er ein "gentleman agreement" millum partarnar í Fólkatinginum, at um einum í samgonguni bert frá at møta, so atkvøður ein í andstøðuni ikki.

Tað er sera sjáldan, at hetta verður gjørt. Sagt varð undir orðaskiftinum, at seinast tað varð gjørt, var tá Fólkatingið tók støðu til at senda danskar hermenn í kríggj í Irak.

 

##med2##

Fyri at strika dýra biðidag vóru 95 fólktingslimir og ímóti vóru 68. Tað merkir, at 58,3 vóru fyri 41,7 prosent vóru ímóti.

Tí var ikki tørvur á føroysku atkvøðunum, og tey bæði Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg atkvøddu ikki í málinum.

 

##med3##

 

 

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg í Fólkatinginum fyri løtu síðani

Upptøka: Sjúrður Skaale, Facebook

Upptøka: Sjúrður Skaale, Facebook