info
Ongi úrslit

- Stórur møguleiki fyri at eg gerist smittaður

Tað viðurkennur fakligi stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland.

Vilmund Jacobsen
11. januar 2022 kl. 12:29

Fyrrapartin í dag segði fakligi stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland, at møguleikin fyri, at hann sjávur verður smittaður við omikron-frábrigdinum er stórur. 

Hetta segði hann í samband við, at Dagbladet spurdi hann, hvussu hann metir møguleikarnar fyri sjálvur at gerast smittaður, og hvørjar vandar hann sær við hesum.

- Vandin er lutfalsliga stórur. Eg eri ein maður, sum eri nakað uppi í árunum, og tí eigi eg at verja meg sum best við eitt nú at brúka masku, vaska hendur og halda frástøðu, har eg eri í vanda fyri at gerast smittaður. 

Stjórin sigur, at hann soleiðis roynir at sleppa undan smittu. Hann er koppsettur tríggjar ferðir og soleiðis eisini væl vardur móti álvarsligari sjúku.

- Tískil er ikki nógv órógv í mær um hetta. Hinvegin er møguleikin fyri, at eg - fyrr ella seinni - gerist smittaður við omikron lutfalsliga stórur, sigur Frode Forland.

Tað er væntandi, at mong fara at gerast smittað, nú vetrarbylgjan herjar.

- Vit royna at seinka smittuspjaðingini, soleiðis at ikki alt ov mong gerast smittað samstundis, sigur fakligi stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Frode Forland, við Dagbladet.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

Í gjár kl. 17:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj lóg skal tryggja føroyingum rætt til endurvenjing

16 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina hevur aftur lopið á Kertsj-brúnna

49 minuttir síðan
Tíðindi

Maður datt góðar tríggjar metrar av stilladsi í Klaksvík

1 tími síðan
Fótbóltur

Nations League: Týskland vann stórsigur á Niðurlondum

10 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskt ræði á løgregluni til aðru viðgerð

10 tímar síðan
Tíðindi

- Vit gjørdu ov lítið fyri at hjálpa og stuðla Ukraina

10 tímar síðan
Bilar

Tesla fer at byggja sjálv­koyr­andi bil­ar í Týsk­landi

10 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Frank tek­ur við botn­lið­num í Premier League

12 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjar samrøður millum Ukraina, USA og ES

12 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða da­gur móti harð­skapi móti kvinn­um

13 tímar síðan
Tíðindi

38 lond eru ótrygg um kjarnorkutrygd í Ukraina

13 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Moldova

14 tímar síðan