Endamálið við áhugafelagnum er at skapa trivnað, samanhald og virka fyri málum til frama fyri bygdirnar við Kaldbaksfjørð.
Mánakvøldið er ætlanin at stovna eitt áhugafelag fyri tær tríggjar bygdirnar við Kaldbaksfjørð – Sund, Kaldbaksbotn og Kaldbak.
Í kjalarvørrinum frá málinum um náttúruoyðingina á Sundi samtykti ein borgarafundur í juni at stovna eitt áhugafelag.
Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot til viðtøkur fyri áhugafelagið, og hetta uppskotið skal stovnandi fundurin taka støðu til.
Arbeiðsbólkurin og og áhugabólkurin í Kaldbak hava eisini gjørt ein lista um mál, sum áhugafelagið skal virka fyri. Hesi mál verða løgd fyri fundin, sum er vælkomin at seta fleiri mál á listan.
Tað ætlaða áhugafelagið skal eisini vera ”bakland” hjá Kaldbaksnevndini. Skilt soleiðs, at Kaldbaksnevndin kann umrøða mál, sum hava týdning fyri Kaldbaksfjørð og bygdirnar, við áhugafelagið.
Stovnandi fundurin verður í Kaldbaks skúla mánakvøldið kl. 20.00, har ein drekkamuður eisini verður at fáa.