Stovnar rockbólk í Danmark

Edmund Jacobsen, best kendur sum sangari í Chase, hevur saman við øðrum
stovnað bólkin Super Sonic. Nýggi bólkurin spælir rock av tí harða slagnum. Bólkar sum Black Sabbath, Soundgarden, Alice In Chains, Monster Magnet og
Audioslave hava givið íblástur til løgini hjá Super Sonic.
- Tann harði rockurin hevur altíð verði mín tónleikur. Eg havi roynt at
skrivað pop og bleytari tónleik, men havi nú ásanna, at eg dugi best at
skriva løg av tí buldruta slagnum. Tað er stuttligari, sigur Edmund
Jacobsen.
Edmund hevur síðani 1992 verði búsitandi í Danmark, og hevur øll hesi
árini verði virkin innan tónleik. Fyri tað mesta hevur hann spælt tónleik til veitslur og á smærri spælistøðum. Og nú vil hann aftur royna seg við egnum løgum saman við nýggja bólkinum, sum hevur heimstað í Esbjerg.
- Tað er ikki nøktandi bert at spæla tónleik, sum onnur hava gjørt. Eg havi altíð smíða løg, men havi mangla teir røttu tónleikararnar. Bólkurin Super Sonic er tann heilt rætti fyri meg, sigur Edmund Jacobsen.
Í løtuni er Super Sonic í venjingarhølunum fleiri ferðir um vikuna, og
ætlanin er at innspæla eina stakfløgu seinni í ár. Bólkurin spælir
fyrstu konsertina í Esbjerg tann 11. juni.
- Eg vóni, at tað verður møguligt at koma til Føroya at spæla innan alt
ov langa tíð, sigur Edmund Jacobsen, stovnari av nýggjum rockbólki.
Tey flestu munnu kenna Edmund best sum sangara í bólkinum Chase, sum gav fløgur út í 1992 og 2001.

hkm