Marjus Dam, løgtingsmaður
Ríkið hevur skyldur í Føroyum. Fólkatingsumboðið skal syrgja fyri, at hesar skyldur verða framdar í verki. Tildømis vantandi útbyggingin av flogvøllinum til 1800 metrar. Ì útvið 30 ár er vøllurin ikki longdur. Sambandsflokkurin kann broyta hetta, bæði úr Føroyum, men eisini á Fólkatingi
Onki kemur av sær sjálvum
Nógv forferst um onki verður gjørt
Og nógv forferst av mannaávum.
Vit kunnu hyggja at einum húsi. Tað má gravast, planerast, stoypast og smíðast. Tað kostar bæði pening og stríð.
Um húsið verður viðlíkahildið, er tað eitt vakurt hús í fleiri árhundraðir. Um onki verður gjørt eftir at tað er bygt, so forfellur tað skjótt, fyri til seinast at fella saman.
Politikkur kann metast við at byggja eitt hús. Ein hugsjón kann fríðka og bøta um. Ein onnur hugsjón kann bróta niður.
Nú val er til Fólkatingið, kunnu vit seta okkum spurningin, um tann politikkur í føroyingar hava roynt at framt á Fólkatingi hevur verið til uppbyggingar fyri Føroyar.
Eg haldi, at ikki er ov mikið sagt, at sokallaði "politikkurin", ið Tjóðveldisumboðini hava framt ikki hevur verið til uppbyggingar fyri tað føroyska samfelagið. Men teirra endamál er heldur ikki at bøta og byggja upp ríkisfelagsskapin. Báðir róparnir hjá Tjóðveldisflokkinum hava givið teimum politikkarum, ið teir áttu at samstarva við ein lúsing fyri og annan eftir ? við tí endamálið at bróta ríkisfelagsskapin niður. Samfelagsliga skaðiligar "kongressir" hava verið á Christiansborg, fyri serligt innbodnum, har serfrøðingar, ið hugsaðu positivt, vórðu hildnir burtur.
Fólkatingsins talarastólur hevur av hesum verið nýttur sum "basi" fyri at niðurbróting, heldur enn fruktagóðum samstarvi.
Samstarvið hevur harafturímóti umboð Sambandsfloksins á siðiligan hátt roynt at ment.
Sterkari høvdu tó føroyingar staðið, um bæði fólkatingsumboðini við positivum vilja og samstarvi royndu at vinna rættindir til føroyingar bæði í Danmark, Grønlandi eins og útlondum.
X fyri Sambandsflokkinum ? samstarv, til gagn fyri FØROYAR