Í einum sethúsum í Svanga í Havn hava búð fimm menningartarnað fólk.
Tvey hava búð í umleið fimm ár í kjallaraíbúðini, og trý onnur hava búð í erva.
Har hava tey trivist væl, og øll fimm hava virkað i felagsskapi..
Men í vár varð eitt av teimum trimum fólkunum flutt í annað heim, og tá ið tey avvarðandi fingu at vita, at flytingin fór at verða til gagns fyri tað menningartarnaða fólkið, gingu tey við til tað.
Men flytingin vísti seg at vera óheppin. Viðkomandi saknaði hini bæði og kom haraftrat at búgva saman við einum, sum hevði happað viðkomandi illa á Verkstaðnum Vón.
Í seinastu viku varð tað næsta búfólkið flutt. Tey avvarðandi og verjin hjá búfólkinum fingu einki at vita fyrr enn klokkan níggju um kvøldið, eftir at flytingin var farin fram um dagin.
- Hetta búfólkið vildi ikki inn á nýggja kamarið, sovnaði ikki og fekk tí heilivág at sova av. Búfólkið vildi bara sleppa heim til tey, sum hon hevði búð saman við í so nógv ár, sigur Tórun Poulsen, avvarðandi.
Mótmæla
Tey avvarðandi hjá øllum fimm búfólkunum hava mótmælt, men einki hevur hjálpt.
Tey avvarðandi hava verið á fundi við Petru Jónsdóttir, stjóra í Nærverkinum. Á fundinum fingu tey at vita, at grundgevingin var bygnaðarbroytingar.
- Ta grundgevingina halda vit vera grunna, sigur Tórun Poulsen. Hon heldur, at Nærverkið brúkar bygnaðarbroytingar sum okkurt slag av skálkaskjóli.
Eisini varð upplýst, at ætlanin var at fáa menningartarnað at búgva saman alt eftir aldri og breki.
- Tað ljóðar væl, men vit halda, at byrjað kundi verið við brytingum í hinum endanum. Hesi trý fólkini hava búå saman, næstan síðan tey komu heim frá Rødbygaard í Danmark. Teirra búfelagsskapur hevur virkað væl, og vit hava havt ta fatan, at væl hevur verið tikið sær av teimum. Hví ikki geva teimum frið at búgva saman og lata broytingarnar henda við natúrligari frágongd? spyr Tórun Poulsen.
Hon heldur, at Nærverkið kundi byrjað í hinum endanum og ikki hjá teimum tilkomnu. Hesi fólkini eru frá 48 árum upp í 6o-árini og eru rættiliga menningartarnað.
Í dag hava tey avvarðandi avtalað fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum.
Tey avvarðandi vísa á, at Almannaverkið hevur brotið grein 19 í ST-sáttmálanum, sum sigur, at øll fólk hava rætt til sjálvi at gera av, hvar tey skulu búgva og saman við hvørjum.
Fundurin í dag verður óivað áhugaverdur, tí í einum lesarabrævi á Portalinum í gjár skrivaði Annika Olsen millum annað:
Eg skal bert bera tey boðini til hesi fólkini, ið búgva í sambýlum bæði í Tórshavnar kommunu og kring alt landið, at ”ONGIN VERÐUR KOYRDUR ÚR SÍNUM HEIMI”, so skuldi tað verið sligið fast við sjeytumma seymi.
Sosialurin hevur í dag roynt at fáa eina viðmerking frá Petru Jónsdóttir, men tað eydnaðist ikki.