Allir landsstýrismenninir eru ikki nøgdir við teir karmar, teirra málsøki hava fingið tillutað frá landsstýrismannium í fíggjarmálum á fíggjarlógini fyri 2001.
Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, er ein av landsstýrismonnunum, ið heldur seg hava fingið ov lítið.
Helena Dam á Neystabø vísti, tá farið varð undir fíggjarlógararbeiðið, á eina játtan, hon metir vera neyðuga fyri Almanna- og Heilsumál komandi árið.
Karmurin, hetta málsøkið hevur fingið tillutaðan, liggur tó væl niðanfyri hesa upphædd. Men Helena Dam á Neystabø vil ikki nevna nøkur tøl.
Í fíggjarlógini fyri í ár var játtanin til Almanna- og Heilsumál knøpp hálvonnur milliard. Tillutaði karmurin í ár er hægri. Men er hetta orsakað av prístalshækkan og øðrum, vísir landsstýrismaðurin á.
Beint eftir middag í gjár, tá Sosialurin fór til prentingar, var samgonufundur í Tinganesi, har karmarnir endaliga skuldu avgerast.