Summarkappingin í hondbólti endar við finaludegi nú leygardagin, og í kvøld stríðast liðini fyri seinasta finalumøguleikanum.
Hesir dystir verða leiktir í kvøld:
SMS summarkappingin, Kvinnur:
Klokkan 18.30: H71 - U16-landsliðið, Hoyvíkshøllin
Klokkan 18.30: Neistin - U18-landsliðið, Høllin á Hálsi.
Okkara summarkappingin, Menn:
Klokkan 19.00: KÍF - Úrvalsliðið, Høllin í Kollafirði
Klokkan 20.00: H71 - VÍF, Hoyvíkshøllin
Klokkan 20.00: Neistin - U18-landsliðið, Høllin á Hálsi
Hjá kvinnum eru dystirnir beinleiðis stríð um finaluplássið leygardagin. Neistin og U18-genturnar liggja javnar í stigum í bólki 1, meðan U16-kvinnurnar kunnu taka fremsta plássið í bólki 2 frá H71, við at vera betri innanhýsis.
Hjá monnum er dysturin ímillum VÍF og H71 beinleiðis dystur um finaluna. VÍF fær finaluplássið við javnleiki. Tað gjørdist greitt, eftir at U20-menninir vunnu á Kyndli í gjárkvøldi.
Í bólki 2 kann KÍF ikki taka stórfavorittarnar av úrvalsliðnum aftur, og úrvalsliðið er betri innanhýsis enn bæði Neistin og U18-menninir.
Bólkavinnararnir hittast í finalu leygardagin.Stigatalvurnar eru soleiðis áðrenn seinastu dystirnar í kvøld:
SMS summarkappingin, Kvinnur:
Bólkur 1:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
1 | Neistin | 1 | 2 |
2 | U18-kvinnur | 1 | 2 |
3 | VB | 2 | 0 |
Bólkur 2
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
1 | H71 | 2 | 4 |
2 | Kyndil | 3 | 4 |
3 | U16-kvinnur | 2 | 2 |
4 | Stjørnan | 3 | 0 |
Okkara summarkappingin, Menn:
Bólkur 1
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
1 | VÍF | 2 | 3 |
2 | U20-menn | 3 | 3 |
3 | Kyndil | 3 | 2 |
4 | H71 | 2 | 2 |
Bólkur 2:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
1 | Úrvalslið | 2 | 4 |
2 | Neistin | 2 | 2 |
3 | U18-menn | 2 | 2 |
4 | KÍF | 2 | 0 |