Stríðast við at fáa avloysara

Strandferðslan er nøgt við ferjuna Scania, men øll formlig krøv skulu verða uppfylt, áðrenn skipið kann leigast

 

Strandfaraskip Landsins arbeiðir av øllum alvi við at finna avloysaraskip til Lorvíksfjarðaleiðini, meðan Dúgvan verður umvæld fyri motorskaða.

Tað fer at taka eina tríggjar vikur afturat at fáa Dúgvuna í sigling, og hesa tíðina er neyðugt við avloysaraskipi, fyri at farleiðirnar um Lorvíksfjørð og Vestmannasund skulu verða røktar nøktandi.

- Vit hava hugt eftir ferjuni Scania, og vit eru nøgd við hana. Ferjan er nóg stór, hon er góð til at fáa tunga ferðslu umborð og í land, og hon er í góðum standi, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni.


Veit ikki nær

Játtanin til at leiga avloysaraskip - 2,5 milliónir krónur - er fingin til vega, og tað, sum nú er eftir, eru myndugleikakrøv av ymsum slagi.

- Øll formlig krøv við klassa og skipaeftiriliti skulu verða í lagi, áðrenn vit leiga nakað skip, og tað tekur tíð at fáa hetta uppá pláss, sigur Strandferðslustjórin, sum als ikki vil geva nakað boð uppá, nær Strandferðslan kann hava eitt avloysaraskip í landinum.

- Skal tað geva nakra meining at leiga eitt skip, so skal tað verða sum skjótast, sigur Reidar Nónfjall.

Tekniski stjórin á Strandferðsluni, Magnus Magnussen, er farin til Saaremaa fyri at verða við til at fáa viðurskiftini har upp á pláss. Formligu viðurskiftini skulu verða í lagi - bæði haðani ferjan fer, og her tað kemur.


Næstan 30 ár

Scania er bygt í Aalborg í 1972, og í løtuni er tað eitt felag, sum kallast Saaremaa Shipping Co., sum eigur skipið.

Scania er 68,7 metrar long og 16,5 metrar breið. Skipið er 3474 BRT og kann taka 80 bilar. Tað siglir 14,5 knob og er í løtuni undir estlendskum flaggi. Áður hava Scandlines og SweFerry AB átt skipið.

Skipið er munandi størri enn Ternan, sum í løtuni siglir á Lorvíksfjarðaleiðini, og skipið er eisini størri enn Dúgvan, sum vanliga røkir siglingina.

Um Scania verður leigað, skal ferjan sigla millum Klaksvík og Fuglafjørð.