Brimil hevur roynt at sleipa Atlantic Navigator av aftur Kunoyarnesi. Fyrsta royndin miseydnaðist, og í seinnu royndini slitnaði endin. Fagraberg er á veg av Fuglafirði fyri at hjálpa til við sleipinum Nógv verður gjørt fyri at fáa Atlantic Navigator av Kunoyarnesi, meðan flóð er í nátt.
Brimil hevur roynt at sleipa Navigator av landi, men enn hevur tað ikki eydnast. Í seinnu royndini nakað eftir midnátt, eydnaðist tað vika Navigator, men endin slitnaði.
Fagraberg er á veg av Fuglafirði fyri at hjálpa Brimli við sleipinum. Ætlanin er, at Fagraberg, sum hevur stóra maskinorku, skal seta enda á Navigator og royna at sleipa hann av.
Atlantic Navigator kann ikki sjálvur hjálpa til við maskinorku, tí brekið við maskinuni ger, at hann kann ikki bakka.