Stríddust í átta ár um bróstið hjá Janet Jackson

Í átta ár hava amerikanskir løgfrøðingar keglast um tilburðin, tá høgra bróstið hjá poppstjørnuni Janet Jackson vísti seg fyri almenninginum undir tí árliga Superbowl-tiltakinum.

Amerikanska fjølmiðlaeftirlitið kravdi, at sjónvarpsfelagið CBS, sum sendi Superbowl, skuldi rinda tríggjar milliónir krónur fyri hendingina. Men CBS segði nei og vísti á, at tað hevði ikki havt innlit í smálutir í framførsluni, sum Janet Jackson og Justin Timberlake skuldu hava á pallinum. Tí kundi felagið ikki ábyrgjast.

Endin varð, at málið varð sent amerikanska hægstarætti, men hann hevur nú boðað frá, at hann vil einki hava við málið at gera. Hægstirættur hevur fyrr tikið undir við fjølmiðlaeftirlitinum í málum, sum hava snúð seg um myndir av naknum fólki ella illavorðnar eiðir, men hesaferð sigur rætturin, at tað ber ikki til at døma CBS í hesum førinum. Rætturin gevur sjónvarpsfelagnum viðhald í, at tað kundi ikki vita, at Janet Jackson og Justin Timberlake høvdu annað enn sang í kvittanum, tá tey fóru á pallin.