Stráfóðurnýtslan økt ógvusliga

Í greiningini, sum Januar hevur gjørt av 10 bøndum árini 2009 til 2012 sæst, at stráfóðurnýtslan er munandi økt, meðan mjólkaprísurin hevur staðið í stað

Størsta kostnaðarhækkingin pr. litur mjólk, er kostnaðurin á keyptum fóðri.
Bøndur keypa vanliga A-blanding, ískoytisfóður og nakað av stráfóðri. Sum tølini vísa, hava hesir 10 bøndur keypt munandi meira stráfóður seinastu árini, enn teir hava gjørt áður.
Nøgdin og kostnaðurin á keyptum fóðri hjá teimum 10 mjólkarbøndrunum hevur verið sum víst á talvuni.
Sum talvan vísir, er nøgdin á keyptum kraftfóðri rættiliga støðug millum 1.820 og 2.020 tons um árið, meðan nøgdin á keyptum stráfóðri nærum er trífaldað frá 2009 til 2012, nevniliga úr 263 tonsum upp í 666 tons.
Í sambandi við stráfóðurstuðulin máta starvsfólk á Búnaðarstovuni nøgdirnar hjá hvørjum einstøkum bónda. Í hesum sambandi er ikki kannað nærri, hvussu nógv tað kostar einstaka bóndanum at fáa hesar nøgdir til vega.
Tað er einki at ivast í, at um haldgott grundarlag skal vera fyri at gera neyvar fóðurkostnaðarætlanir,skal ikki bara nøgdin á fóðrinum gerast upp, meneisini dygdin í fóðrinum, ið neytini skulu eta, og samanhalda kostnaðin og dygdina við innflutta stráfóðri.
Út frá hesum tølum yvir keypt fóður, er lætt at fáa meðaltølini hjá hesum 10 mjólkarbøndum.
Út frá hesum tølum ber til at rokna, hvussu nógv keypt fóður neytini hjá hesum 10 mjólkarbøndrum hava brúkt til hvønn litur av mjólk. Her skal tó havast í huga, at tað er ikki skrásett, hvussu nógv ungneytini hava etið.
Men út frá tí sjónarmiði, at neyðugt er við ungneytum, fyri at kunna seta við, og framhaldandi verða verandi í vinnuni, kann tað fóðrið, iðungneytini eta, takast við sum neyðugt fóður fyri mjólkina.

Mjólkarprísurin í stað
Meðan hagtølini vísa, at rakstrarkostnaðurin fyri hvønn litur mjólk veksur, vísa somu hagtøl, at vinningurin hjá bøndrunum fyri hvønn litur av mjók minkar.
Verður hugt at tølunum frá 1986 til 1990 sæst, av avlopið fyri hvønn litur av mjólk er rímiliga støðugt, millum 4,28 krónur upp til 4,99 krónur.
Verður so lopið fram til 2009 sæst, at tá er úrslitið fyri hvønn litur av mjólk komið niður á 2,71 krónur og tað dettur niður á 1,84 krónur í 2011, áðrenn tað ger eitt kvink upp eftir í 2012 til 2,03 krónur.
Tað skal tó sigast, at tá eru tølini roknað um til dagsprís eftir brúkaraprístalinum, sum Hagstovan hevur á heimasíðu síni.
Samlaði stuðulin var hægstur i? a?runum 1988 – 1990 ta? hann var 1,98 kr./l. Si?ðani ta? er stuðulin støðugt lækkaður, og var i? 2013 0,77 kr./l. Tann samlaði avrokningarpri?surin var 6,28 kr./l. i? 1990. Hann fall si?ðani, og kom 13 a?r seinri upp a? aftur, og var ta? kr. 6,32 kr./l.
Tað sæst ty?ðiliga, at fjarleikin millum kurvarnar er javnt minkandi, tað merkir, at samlaði stuðulin er minkaður hesi a?rini (Sí myndina).