Stríð í Fiskimannafelagnum um burturvísing

Tríggir nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag átala nú, at formaðurin hevur burturvíst skrivstovumanni felagsins seinastu 35 árini. - At formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki virðir rættindini hjá sínum egnu starvsfólkum, meta vit sum eitt stórt álitisbrot, siga teir.

Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen, sum eru tríggir av sjey nevndarlimum í Føroya Fiskimannafelag átala nú alment formann felagsins, Jan Højgaard, eftir hann herfyri burturvísti skrivstovumann felagsins seinastu 35 árini, Olaf Johansen.

- Vit vlja á ongan hátt góðtaka ta niðrandi og høpisleysu viðferð, sum Olaf Johansen hevur fingið frá okkara formanni, siga teir.

Nevndarlimirnir vísa á, at reglugerðin fyri Føroya Fiskimannafelag ger greitt, at tað er nevndin, sum setir setir og koyrir starvsfólk, og tí átti formaðurin at lagt málið fyri nevndina til støðutakan, um hann vildi sleppa av við skrivstovumannin.

Teir tríggir nevndarlimirnir hava boðað nevndarlimum og formanni frá, men teir hava ikki fingið formannin at broyta støðu. Teir siga, at bæði skrivaðar og óskrivaðar reglur eru brotnar og vísa á, at fremsta orsøk til, at fólk fylkjast í fakfelag vera júst at tryggja slík rættindi hjá starvsfólki.

- Tað er ikki at skilja, at ein slík hending kann fara fram inni á sjálvari skrivstovuni hjá einum fakfelag og er nærmast at meta sum eitt álop á felagið innanífrá, hvussu kunnu fólk tá hava álit á einum felag, ið ikki fylgir sínum egnum samtyktum, spyrja teir, og vísa á, at burturvísing bert eigur at koma upp á tal, um starvsfólk hava forbtorið seg álvarsliga mótvegis arbeiðsgevaranum.

Teir tríggir nevndarlimirnir hava onga grundgeving fingið frá Jan Højgaard. Teir vísa eisini á, at um skrivstovumaðurin hevði verið uppsagdur, so hevði hann rætt til uppsagnartíð í seks mánaðir og løn sama tíðarskeið.

- At ein formaður í einum fakfelag nýtir slíkan framferðarhátt, meta vit vera sera álvarsamt. At formaðurin í Fiskimannafelagnum ikki virðir rættindini hjá sínum egnu starvsfólkum, meta vit sum eitt stórt álitisbrot, og tí síggja vit okkum noyddar at gera vart við hetta. Tað er ikki bert ein vanlukka fyri burturvísta skrivstovumannin, men so sanniliga eisini fyri Føroya Fiskimannafelag, tí virðingin fyri felagnum og tað neyðuga álitið hevur fingið eitt álvarsamt skot fyri bógvin, siga Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen, sum allir eru nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag.