Stríð í Gøtu

Tað er kalt millum GÍ og G! Festivalinum, stutt fyri G! Festivalin og Gøtustevnu. Orsøkin til stríðið er spurningurin um matsølu í Syðrugøtu, og hvørgin vil geva seg. - Kommunan hevur eftir mínum tykki veruliga klokkað í tí, sigur formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen.

Tað er ein rættilig orrusta íkomin í Gøtu í samband við Gøtustevnu og G! Festivalin tann 16. og 17 juli. Tað er ísakalt millum Ítróttafelagið, GÍ, og tónleikasamtakið, Grót, og í løtuni røkist lítið fyri, at partarnar kunnu semjast, áðrenn stevnan og festivalurin fara av bakkastokki annað vikuskiftið.
    Stríðið snýr seg um, hvørt tað skal vera GÍ ella G! Festivalurin, ið skulu standa fyri matsøluni í Syðrugøtu. Matsølan kastar vanliga nógvan pening av sær, og hvørgin partur vil lata inntøkuna frá sær.
Í fjør høvdu GÍ og G! Festivalurin eitt samstarv, sum bar við sær, at GÍ veitti festivalinum ókeypis vaktarfólk, og fekk afturfyri møguleikan at hava tivoli og matsølu í Syðrugøtu. Í ár er vent í holini.
G! Festivalurin hevur í ár fingið ræðisrættin frá Gøtu kommuna yvir Syðrugøtu, og fyrireikararnir av G! Festivalinum ynskja tí ikki at lata matsøluna til GÍ, tí hon gevur pening í skjáttuna. GÍ hevur ongan áhuga í at lata G! Festivalinum vaktarfólk, um ítróttafelagið ikki sleppur at hava tivoli og matsølu í Syðrugøtu.

Fundir
Seinastu vikurnar hava fleiri fundir verið millum G! Festivalin og GÍ, men partarnir hava ilt við at finna eina semju um matsøluna. Sum skilst hevur ein semingsmaður eisini roynt seg, men uttan úrslit.
    Verður eingin semja funnin millum partarnar, verður úrslitið, at G! Festivalurin fer at halda til í Syðrugøtu, meðan Gøtustevnan verður í Norðagøtu.

Klokkað í tí
Formaðurin í GÍ, Jógvan Gregersen, er ógvuliga harmur um, at Gøtu kommuna fyrr í ár gav G! Festivalinum ræðisrættin yvir Syðrugøtu.
    -Vit hava havt Gøtustevnu í 22 ár og hon er góðkend av ÍSF, og nú fer kommunan út og gevur festivalinum bæði stuðul og ræðisrættin yvir Syðrugøtu. Kommunan hevur eftir mínum tykki veruliga klokkað í tí, vísir ein avgjørdur Jógvan Gregersen á.
    Hann sigur, at GÍ hevur góðtikið, at G! Festivalurin er sama vikuskiftið sum stevnan, men ítróttafelagið vil ikki vil lata meir frá sær.
    -Vit hava givið okkum nóg mikið. Eg hevði vónað, at vit fingu somu samstarvsavtalu sum í fjør, men tað røkist ikki fyri tí, tí teir vilja ikki lata matsøluna frá sær, sigur formaðurin í GÍ.
    
    Jógvan Gregersen setir spurning við, hvussu skilagott tað er, at ein lítil kommuna sum Gøtu kommuna hýsir tveimum tiltøkum, ið eftir øllum at døma skulu kappast sama vikuskiftið.
    Hann heldur lítið um, at Gøtustevnan og G! Festivalurin, ið eru tvey stór tiltøk, verða noydd at kappast á ójøvnum føti. Formaðurin í GÍ sipar til, at kommunan hevur veitt festivalinum fíggjarligan stuðul, ræðisrætt yvir Syðrugøtu og dansiloyvi, uttan at GÍ er tikið upp á ráð.

Onga viðmerking
Vit ætlaðu at spyrja borgarstjóran í Gøtu kommunu, Halldóru Ranghamar, um útsagnirnar hjá formanninum í GÍ um leiklutin hjá Gøtu kommunu í stríðnum millum GÌ og G! Festivalin, men hon bar seg undan at gera nakra viðmerking.