Stríðið á føðideildini: Nú verður søkt eftir leiðandi ljósmóðir

Fyrstu fetini til at loysa trupulleikan á føðideildini eru tiknir, sigur Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri.

 

 Fyrstu fetini til at loysa trupulleikan á føðideildini eru tiknir, sigur Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri.

 

Søkt verður eftir leiðandi ljósmóðir, hølisviðurskiftini eru broytt og arbeiðsbólkurin er settur. Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri, hevur tikið fyrstu stigini móti eini varandi loysn á trupulleikunum, sum hava verið á føðideildini á Landssjúkrahúsinum seinasta hálva árið.

 

Ein av seinastu avgerðunum hjá Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóra á Landssjúkrahúsinum, var at ganga burtur frá býtinum av arbeiðsuppgávum á føðideildini, sum hann sjálvur setti í verk í mars í ár.

 

Í mars bleiv føðideildin býtt í tveir partar, eina deild til viðgongutíðina og føðing, sum ljósmøðurnar skuldu leiða, og eina til tíðina eftir føðing, sum sjúkrarøktarfrøðingar skuldu leiða.

 

Hetta fekk ljósmøðurnar at rópa varskó og søgdu tær, at arbeiðsumstøðurnar nú vóru blivnar ótólandi. Í juli vóru heili 40 prosent av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar í longri tíðarskeið. Eitt skifti vóru 7 av 12 ljósmøðrum sjúkar.

 

So, í august, valdi Johnny í Grótinum at bakka og segði, at farið verður aftur til gomlu skipanina, tó skulu onkrar tillagingar gerast, so at ábyrgdarbýtið á deildini verður greiðari. Um somu tíð var leiðandi ljósmóðir søgdu úr starvi.

 

Miðlahúsið tosaði fyrr í vikuni við Anniku Hoydal, forkvinnu í ljósmøðrafelagnum, sum segði, at enn var einki broytt á Landssjúkrahúsinum síðani seinastu avgerðina hjá Johnny í Grótinum. Men nú er líkt til, at gongd er komin á málið.

- Lýsingin eftir nýggjari leiðandi ljósmóðir verður almannakunngjørd antin í dag ella mánadagin, sigur Ronnie Midjord, virkandi sjúkrahússtjóri og sigur, at hon eftir ætlan skal setast frá 1. novembur.

 

- Ljóðsmøðurnar vóru ónøgdar um hølisviðurskiftini á deildini og tey hava vit nú bøtt um, so tær hava fingið eitt nýtt høli, sigur hann.

 

Hann ásannar, at tað kanska hevur gingið eitt sindur seint, síðani avgerðina hjá farna stjóranum, men vísir á, at eitt stjóraskiftið og nakað av feriutíð hevur seinkað tilgongdina eitt sindur.

- Í avgerðini stóð eisini, at ein arbeiðsbólkur skuldi setast at meta millum annað um ábyrgdarbýti á deildini, og tann arbeiðsbólkurin er nú settur. Ljósmøðurnar hava eisini valt eitt umboð í bólkin, sum fer til verka í næstum. Umframt hetta, so er ein leiðslubólkur eisini settur, sum skal leiða føðideildina framyvir, sigur Ronnie Midjord.

 

Hann sigur, at hetta er eitt stríð, sum hevur verið í mong ár og tí er sannlíkt, at tað eisini fer at taka tíð at loysa.

- Nú vóna vit tó, at fyrstu stigini til eina varandi loysn, til frama fyri allar partar, eru tikin, sigur Ronnie Midjord.