Stríðið fyri Ósánni heldur fram

Áhugabólkurin Síl í Ósánna fekk dyggan stuðul á framsýning á norðoyastevnu, og borgarstjórin heldur, at talan er um sera áhugavert tiltak

 

Klaksvík: Áhugabólkurin Síl í Ósánna hevði á norðoyastevnu framsýning um Ósánna, sum áhugabólkurin ætlar aftur skal gerast ein rein á við lívi í.

Eftir framsýningina kennir áhugabólkurin seg styrktan í sínum arbeiði, og longu mánadagin var fundur við borgarstjóran í Klaksvík.

? Framsýningin var væl vitjað, og fólk vóru á einum máli um, at okkurt má gerast við Ósánna. Størsti parturin av fólkunum vórðu eitt sindur ovfarin, tá tey fingu at vita, hvussu ótespilig støðan í ánni er, sigur Abraham Mikladal, sum er ein av stigtakarunum til áhugabólkin.

? Vit ætla okkum at stríðast fyri okkara ætlan um fáa áina reina aftur, og vit fara at gera onkur átøk næstu tíðina, sigur hann.


Fleiri møguleikar

Ósáin rennir miðskeiðis gjøgnum Klaksvík. Áin plagdi at verða ein rein á við lívi í, men seinastu nógvu árini hevur áin verið illa dálkað. Kloakkvatn rennur í ánna, og tað forðar fyri, at nakað lív kann verða í ánni.

? Tað eru fleiri møguleikar at reinsa ánna, og tað er eisini ymiskt, hvussu nógv arbeiðið kann kosta. Tað er tó umráðandi, at okkurt verður gjørt, sigur Abraham Mikladal.

Mánadagin hevði áhugabólkurin Síl í Ósánna fund við borgartstjóran í Klaksvík, og har varð tosað um ætlanina at reinsa ánna.

? Skal tað ber til at reinsa ánna, má kommunan spæla við. Kommunan má gera stóra arbeiðið, men arbeiðið at skapa hugna og fríðka um økið eru nógvir borgarar í býnum klárir at hjálpa til við, sigur Abraham Mikladal.


Borgarstjórin áhugaður

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, er áhugaður í ætlanini hjá Síl í Ósánni, men hann kann ikki lova pengar upp á standandi fót.

? Eg hevði gjarna viljað latið pengar til ætlanina, men vit hava nógv átrokandi mál at loysa í býnum, og tí verður ætlanin við Ósánni partur av viðgerðini av komandi fíggjarætlan, sigur Steinbjørn Jacobsen.

? Eg haldi, at tað hevði verið framúr at fingið ánna reina aftur, og eg haldi eisini, at vit eiga at seta okkum eitt ítøkiligt mál um hetta. Gera vit ikki tað, er vandi fyri, at einki hendir, sigur hann.

Abraham Mikladal fegnast um orðini hjá borgarstjóranum.

? Men tað skulu pengar til, um áin skal reinsast, og vit kenna helst støðuna betri, tá fíggjarætlanin hjá kommununi fyri næsta ár er gjørd, sigur hann.

? Tað er ikki nóg mikið at seta 50.000 krónur av um árið til hetta endamálið, soleiðis sum gjørt hevur verið undanfarin ár. Upphæddin má minst tíggjufaldast, tí tað fer helst at kosta einar fimm milliónir at reinsa ánna.