Stríðið harðnar: Hótta við at seta tiltøk í verk ímóti býráðnum í Havn

Pedagogfelagið setir nú býráðnum í Havn knívin á barkan

Tórshavnar Býráð skal taka eina starvslýsing aftur, annars fer Pedagogfelagið at seta tiltøk í verk ímóti býráðnum.

Tað ger Pedagogfelagið greitt nú í morgun.

Seinastu tíðina hevur samskifti verið ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, um, hvussu nýggju størvini sum eindarleiðari í Tórshavnar Kommunu, skulu flokkast.

Tórshavnar Býráð fer at leggja dagstovnarnar í kommununi saman í fýra eindir, og hvør eindin skal hava ein leiðara. Men semja er ikki um, hvussu hesir nýggju eindarleiðararnir skulu flokkast.

Pedagogfelagið góðtekur ikki, at arbeiðsgevarin flokkar eitt námsfrøðiligt leiðslustarv við lægri løn, lægri eftirløn og uttan vunnar sáttmálamøguleikar, enn leiðslur í líknandi størvum fáa, sigur Pedagogfelagið.

– Partarnir eru ikki komnir til nakra semju um størvini, men kortini hevur Býráðið lýst tey fýra størvini sum eindarleiðari leys, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.

Hann sigur, at hetta er eitt greitt brot á sáttmálan har tað stendur at øll nýggj størv eiga at flokkast áðrenn tey verða lýst leys.

Pedagogfelagið sigur, at kommunan hevur lagt dent á, at tey ið sett verða, skulu hava eina grundútbúgving sum námsfrøðingur.

Men í lýsingunum verður tað bara sagt, at tað er ein fyrimunur.

Tað er eitt greitt brot á sáttmálan har tað stendur at øll nýggj størv eiga at flokkast áðrenn tey verða lýst leys, sigur Jógvan Philbrow.

Og tað er eisini eitt krav, at talan skal vera um námsfrøðingar.

Jógvan Philbrow sigur, at sostatt hevur Pedagogfelagið givið Tórshavnar kommunu freist til klokkan 18 í dag at taka lýsingina aftur, annars fer fer felagið víðari við málinum.

Hann sigur, at eitt stig kann vera at nokta limum í Pedagogfelagnum at søkja størvini.

Eitt annað stig kann vera at fara í gerðarrættin við málinum, tí tað er brot á sáttmálan at lýsa størvini leys, áðrenn avtala er fingin um, hvussu tey skulu flokkast.

Men talan kann eisini verða um at stevna býráðið fyri Føroya Rætt, tí tað er brot á dagstovnalóginia at tað ikki er eitt krav, at tað skulu vera pedagogar, sum verða settir í størvini, sigur Jógvan Philbrow.