Stríðið móti kjarnorkuvápnunum fekk friðarheiðurslønina

Altjóða átaki fyri at oyðileggja kjarnorkuvápn varð í dag kunngjørdur sum móttakari av Friðarheiðursløn Nobels í morgun. ICAN (International campaign to abolish nuclear weapons) arbeiðir fyri at fáa heimsins tjóðir at seta í gildi eitt bann móti kjarnorkuvápnum og at oyðileggja tey vápn, sum nú eru.

 

- Teirra arbeiði setur sjóneykuna á katastrofisku menniskjaligu avleiðingarnar av kjarnorkuvápnum, segði forkvinnan í Nobel-nevndini, tá hon kunngjørdi móttakaran í morgun.

 

- Vit eru í størri vanda fyri einum kjarnorkukríggi í dag enn í langa tíð. Fleiri lond eru í ferð við at nútímans gera síni kjarnorkuvápn, meðan onnur lond enn royna at skapa síni egnu, so sum Norður-Korea. Hesi vápnini eru ein støðug háttan móti bæði mannaættini og øllum lívi á jørðini, segði hon.

 

Hon vísti á, at nú hava vit altjóða forboð móti landminum, móti klasuvápnum og móti kemiskum og lívfrøðiligum vápnum, so nú er tíðin komin, at vit eisini fáa eitt altjóða forboð móti kjarnorkuvápnum eisini.

 

Júst einum slíkur forboðið arbeiðir ICAN við at seta í gildi, men hóast 108 lond hava undirskrivað tað, so hava eingi av teimum londunum, sum hava kjarnorkuvápn, ella teirra sameindu, undirskrivað forboðið.

 

- Eitt slíkt forboð er ein áheitan á allar tjóðir, um at oyðileggja tey stívliga 50.000 kjarnorkuvápnini, sum eru í dag, segði forkvinnan í Nobel-nevndini og vísti á, at hetta dregur linjur líka aftur til fyrstu samtyktina hjá ST fyri 71 árum síðani, um at skipa so fyri, at kjarnorkuvápn vóru avtikin.

 

Sjálv handanin av friðarheiðurslønini verður í Oslo í desembur.