Í stríði móti ólógligari fiskiveiði

Sambært skipanini, sum londini nú eru samd um, skulu havnamyndugleikarnir vísa aftur møguligum landingum, sum ikki kunnu skjalprógvast at vera í lagi. Haraftrat skulu vera listar yvir havnir, sum skipini kunnu landa fiskin í. Skipanin hevur eisini við sær, at tað nú verða tvey lond, sum skulu vátta, at veiðan er í lagi, tá fiskur verður landaður

Ólóglig veiða

Í norska fiskivinnublaðnum Fiskaren, 13. apríl, er stór samrøða við Kjartan Hoydal, sum í greinini verður róptur NEAFC-leiðarin.
Greinin snýr seg um átøk móti “svartfiskaveiði”, sum óskipaða veiðan um heimshøvini verður rópt.
Fyri eini tíð síðan gjørdu fjølmiðlarnir fitt burtur úr navnleysum skipum, sum royna í altjóða sjógvi her um okkara leiðir, og ymiskt var frammi um átøk, sum londini, ið standa saman um skipaða veiði, mugu finna saman um.
Í samrøðuni við Fiskaren sigur Kjartan Hoydal, sum í nógv ár var fiskivinnustjóri í Tinganesi, at hann væntar frambrot í strembanini eftir at koma óskipaðu veiðini til lívs, nú sonevnda “havnestatseftirlitið” verður sett í verk, 1. mai.
Í royndini at avdúka og steðga hesi ólógligu veiði hevur nógv verið tosað um at skerpa eftirlitið í ymisku havnunum, soleiðis at hesi skip ikki fáa útgerð og ei heldur sleppa av við fiskin, tey føra til lands.
- Eg trúgvi, at tað verður truplari at reka ólógliga veiði eftir 1. mai, heldur Kjartan Hoydal fyri í samrøðuni við Fiskaren.
Hann vísir á, at havnaeftirlitið er neyvt ásett eftir nýggju skipanini, sum verður sett í verk.
- Um eitt norskt skip kemur í bretska havn við fiski, skal skipið lata frá sær eitt “skema” til havnamyndugleikarnar á staðnum. Haraftrat skal sami havnamyndugleiki fáa váttan frá norðmonnum fyri, at veiðan er veidd lógliga eftir ásettari kvotu, sigur hann.
Í greinini verður víst á, at Kjartan Hoydal síðan 2001 hevur verið skrivstovuleiðari í NEAFC, sum er fiskivinnumyndugleikin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum og fevnir um Noreg, Føroyar, Ísland, Grønland, ES og Rusland.
Londini samdust í november um skerpað eftirlit av landingum við fiski í evropeiskum havnum – til tess at byrgja uppfyri óskipaðu veiðini.
Sambært skipanini, sum londini nú eru samd um, skulu havnamyndugleikarnir visa aftur møguligum landingum, sum ikki kunnu skjalprógvast at vera í lagi. Haraftrat skulu vera listar yvir havnir, sum skipini kunnu landa fiskin í. Skipanin hevur eisini við sær, at tað nú verða tvey lond, sum skulu vátta, at veiðan er í lagi.
- Nú leggja vit seinastu hond á hetta arbeiði, sum ber í sær, at kunnað verður um skipanina úti í vinnuni.
Í greinini verður eisini sagt, at norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, sum eisini í Føroyum hevur viðgjørt málið um óskipaða veiði, hevur fingið rós fyri sítt arbeiði.
- Bindandi avtalan um havnaeftirlit í Evropa er ikki minst henni fyri at takka. Frá fyrsta degi fiskimálaráðharri, hevur hon arbeitt miðvíst fyri at koma hesi veiði til lívs, siga norðmenn, sum standa fiskivinnuni nær.
Og Kjartan Hoydal er ikki ósamdur í hesum.
- Jú, tað var Noreg, sum fyrst kom við uppskotinum, sum semja nú er um millum londini.
Hann vísir á, at nógvar av samrøðunum millum Noreg og ES og Noreg og Rusland longu høvdu verið, áðrenn málið kom upp í NEAFC, og hetta vóru ikki allar so “bleytar” samrøður.
- Serliga var spenningur um, í hvussu stóran mun ES og Rusland vildu verða við í strongu krøvunum.
Í greinini spyr Fiskaren eisini Kjartan Hoydal, um londini við hesi avtalu kunnu koma ólógligu veiðini til lívs, tá fleiri onnur lond, eitt nú Spania, kanska ikki tekur trupulleikarnar í so stórum álvara.
- Havnaeftirlitið er ógvuliga týdningarmikið í hesum, men lond kunnu ivaleyst halda fram at “fuska”. Trupulleikar eru í eini røð av londum, men eg vil siga, at eingin er betur enn nakar annar. Noreg hevur samráðst um avtalur við eitt nú Spaniu og Portugál í hesum sambandi.
Hinvegin, sigur Kjartan Hoydal, at sjóneyka við hesum nú rættiliga er sett á ólógligu veiðina, sum fer fram á heimshøvunum.
- Tað verður truplari hjá reiðaríum at reka ólógliga veiði, og tað verður lættari at avdúka hesa, nú fleiri lond standa saman um skerpað eftirlit, sigur Kjartan Hoydal, skrivstovuleiðari í NEAFC.