Stríðið snýr seg ikki bara um tekningar og átrúnað

Tekningarnar av Muhammed profeti eru bara ein partur av frágreiðingini um tað, sum hendir í hesum døgum, og Danmark gjørdist offur fyri innanhýsis ósemjum í muslimska heiminum og jarnbrot hjá teim?um, sum vilja hava eina uppgerð við Vesturheimin

Tað eru ikki bara tær tólv tekningarnar hjá Jyllands?postinum, sum fáa uppøstar mannamúgvur at brenna danska flaggið í gøtunum í Miðeystri og aðrastaðni og at seta eld á danskar sendistovur í Damaskus og Beirut. Tekningarnar vóru bara svávulpinnurin, sum bleiv brúktur til at festa í við.
Tað sigur Jørgen Bæk Simonsen, lektari á Carsten Niebuhr-stovninum á lærda háskúlanum í Keyp?mannahavn.
Tey, sum standa fyri ófrið?inum í Libanon, eru kanska tey, sum vóru misnøgd við ta loysnina, sum bleiv vald, tá borgarakríggið har endaði. Tí kann talan vera um kristnar kreftir ella tann muslimska høgravongin, sigur hann við danska sjónvarpið.
Miðeysturserfrøðingurin Helle Lykke Nielsen er samd við Jørgen Bæk Simonsen.
Tey, sum halda, at hetta bara snýr seg um átrún?aðar?lig viðurskifti, mistaka seg fullkomiliga, sigur hon. Helle Lykke Nielsen held?ur, at í summum lond??um brúka stjórnirnar og víð?gongdar kreftir Mu?hammedstekningarnar til egið gagn. Hon samanber støðuna við ein fótbóltsvøll við nógvum leikarum, men ongum bólti.
Tekningarnir eru bólt?urin, og tá hann kom inn á vøllin, fóru fleiri aftan á honum fyri at vita, hvussu tey kundu fáa sum mest burt?ur úr honum, sigur Helle Lykke Nielsen við danska sjónvarpið.
Hon vísir eisini á, at støð?an hevur leingi verið spent í fleiri av teimum arabisku londunum við stríði ímillum stjórnirnar og víðgongdar kreftir og inn?an?hýsis ósemjum ímill?um teir víðgongdu fe?lags?skapirnar. Við Muhammeds?tekningunum hava partarnir funnið eitt, sum teir kunnu semjast um, men hendan semjan verður ikki drúgv.
Tey fingu eitt felags mál á einum silvurfati, og nú kunnu tey standa lið um lið og finnast at ein?um pinkulítlum landi. Men hendan gleðin verður stokkut, tí málið umfatar nú eisini onnur lond so sum Frakland, og fleiri av hesum londunum hava ongan áhuga í at keglast við Evropa, tí tað kann geva teimum álvars?samar trupulleikar, sigur Helle Lykke Nielsen.
Ikki bara Danmark
Tær mest víðgongdu islam?istisku kreftirnar eru til reiðar at brúka hvørt høvi til at virka fyri einari uppgerð ímillum tann muslimska heim?in og Vesturheimin, og vesturlendskir diplo?mat?ar eru á einum máli um, at tekningarnar av Mu?ham?med profeti komu sum ein gáva úr erva hjá hes?um kreftum. Tað legði danski uttanríkisráðharrin eisini dent á á tíðindifundi sunnu?dagin:
Tað snýr seg ikki bara um Danmark. Hetta er vorð?ið ein kreppa, sum er eitt álop á samstarvið ímillum tann arabiska heimin og Vest?urheimin. Hetta er vorðið ein kreppa, har tey, sum ikki vilja vita av nýskipanum, demokratii og samstarvi ímillum mentanir, eru farin út á gøturnar at gera um seg, segði Per Stig Møller.
Í fleiri londum hava leið?andi politikarar eisini gjørt vart við, at málið snýr seg ikki bara um eina ósemju ímillum tey arabisku londini og Danmark, men allan Vesturheimin. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum segði í gjár, at USA stendur undir lið Danmarkar og Evropu í hesum máli, og NATO-aðalskrivarin, Jaap de Hoop Scheffer, segði, at eisini har fær Danmark fullan stuðul.
Vesturlendskir diplomatar siga sambært Berlingske Tid?ende, at stjórnirnar í londum sum Sýrialandi, Egyptalandi og Saudiarabia spæla eitt vandamikið spæl, eydnast tað teimum ikki at doyva vreiðina um tekningarnar. Kanska hevur trýstið vestan eftir longu havt sína ávirkan. Í hvussu er hevur libanski innanríkisráðharrin lagt frá sær.