Stríðið spreingir fólkakirkjuna

- Kjarnin í hesum málinum er, at at fólk ikki verða upplýst um, hvørja kirkjupolitiska dagskrá kirkjuráðini hava. Vistu tey tað, vistu tey eisini, hvussu tey kundu gjørt sína ávirkan galdandi, tá prestur verður settur í starv. Sum er, fær man illgruna um, at onkur hevur áhuga í at lirka ávísar prestar inn um kirkjugátt, sigur Armgarð Arge, gudfrøðingur


- Eg dugi ikki við mín besta vilja at síggja, at hendan ósemjan innan fólkakirkjuna kann føra nakað gott við sær. Støðan er so burturvið, at tað er ikki trupult at síggja fyri sær, at vit eru við at fáa eina prestakirkju við einum topp 10 lista yvir teir gudligastu prestarnar, í staðin fyri eina fólkakirkju. Og tá kunnu vit kanska hóskandi eisini byrja at býta kirkjuliðið upp í tey gudligu og tey ógudligu og lata fyrra liðið koma í kirkju kl  10, meðan hini møta ein tíma seinni. Støðan er jú fullkomiliga grotesk og eftir mínum tykki ómetaliga syndarlig, sigur Armgarð Arge.
Illgruni um lusk
Armgarð Arge er stórliga bangin fyri, at innanhýsis ósemjan millum prestarnar er við at spreingja okkara fólkakirkju. Hetta er sera harmiligt, tí hetta er í grundini eitt nýtt fyribrigdi. Hesir sokallaðu bíbliutrúgvu prestarnir hava lisið á Dansk Bibel Institut, og tá vita vit, hvørja áskoðan teir hava á millum annað kvinnuligar og fráskildar prestar. Beint nú er ein heilur árgangur av hesum prestum á veg út í donsku og føroysku fólkakirkjurnar, og tí má kirkjan melda út, hvørja støðu hon hevur til teir. Kirkjuliðið hevur eisini krav uppá at vita, hvørji gudfrøðilig sjónarmið teirra prestur hevur. Og er hann ikki sinnaður at gera tað greitt sjálvur, mugu kirkjuráðini skaffa sær upplýsingarnar
- Eg meini bara, at tá ein prestur søkir eitt starv, mátti minsta kravið verið, at kirkjuráðini hittu hann, tosaðu við hann og hoyrdu hann prædika. So kann ongin koma aftaná og siga, at tey ikki vistu, hvat hesin presturin stóð fyri.
Sambært Armgarð er stóri trupulleikin er at fólk stutt sagt ikki vita, hvussu tey kunnu gera sína ávirkan galdandi kirkjupolitiskt. Og tað vita tey ikki, tí ongin fortelur teimum tað. Sum er, kemur ein lítil notits onkustaðni, um at kirkjuráðsval verður um nakrar dagar. Onki verður gjørt fyri at skunda undir fólk til at fara á val, og tey sum fara, mugu sjálvi syrgja fyri at finna út av, hvørji kirkjupolitisk sjónarmið, tey ymsu valevnini hava.
- Eg meini at bispur skuldi upplýst um teir ymsu listarnar, tá kirkjuráðsvalini nærkast júst uppá sama máta, sum tá vit hava politisk val annars. So høvdu øll vita, hvat var at veja ímillum, og ongin hevði tí havt nakað at grenja um aftaná. Sum tað gongur fyri seg í løtuni, er tað onki løgi í, um fólk kenna seg villeidd og fáa illgruna um, at onkur roynir at luska okkurt ígjøgnum
Sagar greinina hon situr á
Armgarð heldur tað eisini vera sera tankavekjandi, at øll okkara rættarskipan byggir á  fólkaræði, samstundis sum, at mótviljin móti kvinnuligum prestur í grundini er brot á altjóða mannarættindi. Tað finst jú ongin 100% próvgrund fyri at siga, at ein kvinnuligur prestur er ein svikaprofetur. Og at siga slíkt, ella at siga at ein fráskildur prestur ikki er góður nokk er ikki bara óvirðiligt fyri kirkjuna ? tað er beinleiðis ókristiligt og skúgvar til viks allar kristnar aðalreglur um fyrigeving, og at vit øll eru líka í Guds eygum.
Ein annar stórur trupulleiki í hesum er, at kirjuliðið byrjar at fyrihalda seg til prestarnar sum persónar, og ikki sum prestar. Og tað hevur jú ongantíð verið meiningin. Funktiónin við prestakjólanum er jú nettupp, at tú kanst síggja burtur frá persóninum og fyrihalda teg til boðskapin, røddin boðar.
- Men vit vita jú, at fólk sita og kjakast um, hvønn prest tey skulu lata konfirmera sítt barn, hvør man vilja gifta tey, um tey eru fráskild, ella um hesin ella hasin man hava lisið á DBI ella ikki. Hetta skapar eitt illgrunasemi millum fólk, sum er órímiligt og í allar mátar óvirðiligt fyri fólkakirkjuna, sigur Armgarð
Armgarð minnir á, at prestar fyrst og fremst eru tænarar hjá kirkjuliðnum. Hvørki meir ella minni. Men sum er, hava summir av teimum átikið sær ein dømandi leiklut, har teir sita og gera av, hvør er góður nokk ella ikki. Eitt er, at hetta hevur ongin av okkum rætt til, men hetta hevur sjálvandi eisini við sær, at fólk taka avstand frá fólkakirkjuni. Og tað er uttan iva eisini við til at fólk alsamt leita aðrar leiðir í síni andligu leitan. Ì so máta er tað neyvan nakar ivi um, at kirkjan sjálv er við at saga greinina av hon situr á, heldur Armgarð
- Eg sigi ikki, at kirkjan skal góðtaka alt. Men rákið, sum vit síggja beint nú, er so totalitert, at tað byrjar at minna um fundamentalismu, har fólk sita og sláa upp í eini bók, og har frá fella dómar yvir síni medmenniskju, sigur Armgarð Arge