Stríðið um matin

Tá eitt barn fær etingarólag, anoreksi ella bulimi, broytist lívið hjá allari familjuni fullkomiliga. Gerandisdagurin verður á flestu mátar merktur av ræðslu og sorg. Ræðslan, fyri at barnið fer at doyggja og sorgin yvir at síggja tað pínast, verður ein byrða fyri familjuna.

Bókin, Madkampen ? om spiseforstyrrelse i familien, snýr seg um tað, sum hendir, tá man má liva við sjúkuni etingarólag í familjuni. Við støði í bólkasamrøðum á einum viðgerðarstovni fyri etingarólag í Svøríki lýsir bókin, hvussu serliga tey avarandi uppliva tað at hava eitt barn við anoreksi ella bulimi. Madkampen ? om spiseforstyrrelse i familien greiðir ítøkiliga og út í æsir frá sjúkuni og eyðkennum, vit eiga at geva okkum far um. Endamálið við bókini er at vísa, hvussu familjan kann arbeiða saman um at hjálpa tí sjúka at gerast frískur aftur. Á hendan hátt gevur bókin lesaranum ein serstakan møguleika at liva seg inn í og royna at skilja, hvussu anoreksi og bulimi eisini rakar foreldur og systkin, ja øll, sum eru um tann sjúka.
Í bókini geiða fimm familjur frá sínum persónligu upplivingum og royndum við at hava etingarólag sum part av gerandisdegnum.      
Bulle Davidsen & Christina Lillman Ringhof,
Madkampen ? om spiseforstyrrelse i familien,
Kroghs Forlag, 2001