Stríðið um oddasessin

Kyndil hevur alt grundspælið verið á odda, men um vikuskiftið kunnu teir missa hendan sessin, tá seinasta umfarið í grundspælinum hjá monnum stendur á skránni

Atlantic Airways-kappingin

Útidysturin á Skála er uttan iva ein av heilt truplu uppgávunum hjá Kyndli. Men tað er ein sannroynd, sum teir grønu ikki hava serlig ráð at hugsa um. Enn eru hoyvíkingar í hølunum á teimum, og munurin er nú somikið lítil, at H71 við einum sigri kann taka seg ájavnt Kyndli í stigatali.
StÍF byrjaði árið sera illa, men teimum so líkt, so hevur liðið vundið seg alt meira upp. Enn restar tó seinasta pettið móti oddinum, men megna teir at fáa fulla úrtøku sunndagin, eru eisini teir av álvara við í oddastríðnum, sum tá telir fýra lið.
Hinir báðir dystirnir hetta vikuskiftið hava meira greiðar favoritt-leiklutir. H71 átti ikki at havt stórvegis trupulleikar, tá teir taka ímóti KÍF, og tað sama kann helst sigast um VÍF, sum á heimavølli fær vitjan av Neistanum.