Stríðið um prestin í Hvalba av

Semja er gjørd millum Føroya biskup, Jógvan Fríðriksson, vegna Mentamálaráðið, og Ólav Rasmussen, prest, um, at hann verður loystur úr embætinum sum prestur í Hvalba. Hann verður loystur úr starvi 1. februar, og kallið í Hvalba verður lýst leyst sum skjótast.

Mentamálaráðið hevur havt samskifti við umboð fyri kirkjuliðið, biskup og Fíggjarmálaráðið, og niðurstøðan er, at besta loysn fyri allar partar er, at Ólavur Rasmussen ikki kemur aftur í starv í Hvalba.

Á fundi við biskup fyrst í desember 2009 varð avtalað, at biskupur skuldi seta fram eitt uppskot um semju. Síðani hava partarnir tingast um málið, og í dag er ein endalig semja gjørd um eina fráfaringaravtalu.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnast um, at málið nú er loyst í sátt og semju. Landsstýriskvinnan vísir á, at tað hevur stóran týdning, at Mentamálaráðið og biskupur kunnu samstarva í truplum málum, eisini havandi í huga ta breiðu semju, sum er í tinginum um føroysku fólkakirkjuna.