Amerikanskir viðmerkjarar eru á einum máli um, at stríðið um Senatið er sera javnt í USA. Samstundis, sum fólk skulu velja forseta, skulu tey eisini velja limir í Senatið og í Tingið.
Í Senatinum eru 100 limir, tveir úr hvørjum stati. Republikanararnir hava havt meirilutan, men ilt er at spáa um, hvør fer at hava meirilutan í næstu setu.
Sum nú er, verður mett at støðan er 46-46, men um seinastu átta limirnar er stórur spenningur. Valserfrøðingurin Nate Silver metir, at sannlíkindini, at republikanararnir vinna, er 51 prosent, og í yvirlitinum hjá Real Clear Politics liggja republikansku valevnini framman fyri í fimm og fara tískil at fáa meirilutan, 51 móti 49.
Demokratiski flokkurin hevur vónað, at ónøgdin við Trump sum forsetavalevni fór at smitta yvir á senatsvalið eisini, men ikki er líkt til, at avleiðingin er nóg stór. Demokratarnir fara at vinna nakrar sessir aftur, men har manglar enn tað seinasta sparkið, til at lyfta teir upp um eggina.
Demokratarnir vóna, at teir megna at koma upp á 50-50 í øllum førum. Orsøkin er, at um tað stendur á jøvnum í eini atkvøðugreiðslu í senatinum, er tað atkvøðan hjá varaforsetanum, sum er avgerandi. Og um Hillary Clinton vinnur forsetavalið, verður varaforsetin demokratur.