Tvey mál vórðu meldað til løgregluna í Klaksvík samstundis í gjár. Í gjárkvøldið hevði løgreglan í Klaksvík ov mikið at gera, tí heili tvey mál vórðu meldað samstundis.
Vágaportalurin skrivar, at annað málið var um ein bil, har øll dekkini vóru kruvd og hitt snýr seg um ein bardaga millum tveir mans.
- Bilførarin so langar hinum manninum ein frammaná, knýttnevin buldrar inn í vørrina og støkkur maðurin upp at bløða í undirvørrini, skrivar Vágaportalurin.
Hetta seinna er meldað sum harðskapsmál.
Hóast málini vórðu meldað samstundis, vil løgreglan ikki siga, um nakað samband er millum málini, sum vórðu meldað samstundis.