Kvotur
Í viðmerking til fyrispurningin staðfestir tingmaðurin, at søgan um einskiljingar og útlendskan kapital hevur fingið eina syrgiliga vend seinastu tíðina.
- Selt verður í duldum. Einki alment útboð er. Sum gongdin er nú, verða nakrar ognir fluttar frá almennum til privatan eigaraskap, meðan útlendskur kapitalur eftir øllum at døma fer avstað við tí partinum av privata vinnulívinum, sum nakað virði er í.
Somikið bersøgin og hørð eru orðini í fyrispurninginum, og helt ítøkiliga nevnir Torbjørn Jacobsen søluna av Vesturvón.
- Tey flestu munnu hava ein varhuga av, at íslendsku áhugamálini eru størri í hesum málinum, enn higartil er komið fram. Tíverri hava fjølmiðlarnir ikki enn megnað at avdúkað - og hava heldur onga roynd gjørt fyri at finna út av tí heldur - um hetta er reint strámannavirksemi, sigur hann víðari í fyrispurninginum.
Tí vil tingmaðurin hava at vita, hvørt landsstýrismaðurin hevur gjørt ítøkiligar kanningar um, hvørt lógarásettu avmarkingar í eigaraviðurskiftunum í hesum handlinum eru hildnar. Hetta til at tryggja, at arvasilvurið í føroysku tilfeingisvinnuni ikki verður avreitt fyri tíð og ævir, staðfestir Torbjørn Jacobsen at enda.