Stríð í næstan 20 ár hevur nú givið úrslit

Heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy hava nú fingið bil. Hesum hava tær stríðst fyri í næstan 20 ár. Síðani 1. november hava tær brúkt einar 50.000 krónur til hýruvognar og mangan hevur tað staðið hart á, viðganga tær.

 

Sjúkrarøkt


At tað loysir seg at standa saman, og at standa fast, munnu heimasjúkrastrarnar í Suðuroynni nú ásannað.

Seinnapartin fríggjadagin fingu tær tveir bilar at hava til arbeiðsbrúk. Annar bilurin er til norðaru heldvt og hin bilurin er til syðru helvt.

Bilarnir eru leigaðir sum ein fyribils loysn, til bilarnir, sum ætlanin er at keypa, verða útvegaðir.

Nú Almanna- og Heilsumálastýrið hevur útvegað heimasjúkrasystrunum í Suðuroy bil, er gongd komið á eitt mál, sum heimasjúkrasystrarnar hava stríðst fyri í næstan 20 ár.

Fyrr stóð tað í setanartreytunum hjá heimasjúkrasasystrunum, at tær skuldu sjálvar útvega bil til arbeiðsbrúk. Men eftir ein dóm í 1995 varð tann treytin strikað.

Heimasúkrasystrarnar hava alla tíðina arbeitt fyri at fáa tænastubilar. Men eftir at hava roynt til fánýtis í fleiri ár, hóast tær enntá fóru í verkfall ta einu ferðina, høvdu tær í ár gjørt av at seta hart ímóti hørðum.

? Tað endaði við at Heimasjúkrasystrarnar fyrr í ár gav Almanna- og heilsumálastýrinum freist til 1. oktober at útvega teimum bilar, tí eftir hendan dag fóru tær ikki longur at brúka sínar egnu bilar. Seinni varð freistin longd til 1. november.

Tá ið tað gjørdust greitt, at Almanna- og heilsumálastýrið varð sinnað at søkja um 700.000 krónur til sjey bilar á eykajáttanarlóg fyri oktober, varð gjørt av at brúka teirra egnu bilar, til teir almennu bilarnir vórðu komnir. Heimasjúkrasystrarnar í teimum ymsu økjunum í landinum skuldu so fáa teir sjey bilarnar.


Hildu fast

Men hesa loysnina góðtóku heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy ikki, og tær hildu fast um, at eftir 1. november høvdu tær ongan bil - og summar av teimum hava í veruleikanum ongan bil.

Tær hildu, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevði havt ríkiligt av tíð til at útvega teimum bilar og eykajáttanarlógin varð ikki so frægt sum løgd fyri Løgtingið enn og enn minni samtykt.

Síðani 1. november hava tær tí gingið, ella brúkt Bygdaleiðir, har tað ber til, men í nógvum førum hava tær verið noyddar at leiga sær hýruvogn.

Hetta hevur verið rættiliga dýrt, tí vit hava fingið upplýst frá keldum, at tær hava brúkt 10-12.000 krónur um vikuna til hýruvognar og hesa tíðina hava tær sostatt koyrt í hýruvogni fyri einar 50.000 krónur.

Samstundis tóktist stríðið ímillum heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy og leiðsluna fyri heimarøktina í Havn alsamt at harðnað.

Heimasjúkrasystrar, vit tosaðu við, siga, at siga, at ikki minst føldu tær seg rættiliga provokeraðar, tá ið leiðslan fyri heimarøktina í Havn sendu teimum tvær súkklur suður at hava til arbeiðsbrúk.

Seinni fingu tær boð um, at tær skuldu ikki longur leiga hýruvogn, men av kvøldvaktirnar í norðaru helvt afturfyri kundu niðurleggjast.

Hetta hildu tær verða ov mikið, tí tær hava sjúklingar, sum eisini krevja røkt um kvøldið.

Samstundis setti leiðslan fyri heimarøktina sum treyt fyri at finna eina bráfeingis loysn á bilamálinum, til eykajáttanarlógin varð samtykt og bilar kundu keypast, at Sjúkrasystrafelagið skuldu binda seg til at haldda frið um bilamálið tað næsta árið.

Men tað vildi sjúkrasystrafelagið ikki.


Loysnaði brádliga

Sostatt tóktist støðan at vera rættiliga fastlæst, men seinnapartin fríggjadagin loysnaði brádliga.

Tá komu boð suður, at heimarøktin hevði leigað tveir bilar, ein bil syðru helvt og ein til norðaru helvt.

Bilarnir vóru klárir longu sama kvøldið og teir skulu heimasjúkrasystrarnar hava til taks, til bilarnir, sum søkt er um í eykajáttanarlógini fyri oktober, eru keyptir.

? Hetta eru vit ómetaliga fegnar um, siga heimasjúkrasystrarnar í Suðuroy

Tær eru eisini sera fegnar um, at gongd nú er komið á bilamálið so at heimarøktin kring alt landið eisini kann fáa tænastubilar.

? Vit eru fegnar um, at tað loysti seg at standa fast, siga tær. Men tær ásanna eisini, at tað hevur mangan staðið nógv á og at tey onkuntíð hava havt hug at dragna, tí tað eru sjúk fólk, sum eru komin í klemmu. Men hvørja ferð hevur niðurstøðan kortini verið, at tær skulu halda á, og tað loystu seg.