Johan Mortensen
Valevni Tjóðveldisflokksins t
Tað er undirhaldandi at meirilutin í undarfarna Býráði sum nú aftur bjóðar seg fram til val hostar upp við øllum ótrúligum marglætistilboðum um skygni í Býraðnum, frítíðarskúlum, systkinna-avslátturi,fimleiki, ítróttarhallum, ellisheimum, frælsum ítrótti, rennibreytum, vinnulívi og Gud-Í-Himli-Viti-Hvat-Man- Annars-Finnur-Uppá og alt er so gott og promising !
Eg sigi bert : hví gjørdu Býraðslimir so lítið við hesi mál tá tey høvdu møgulleikan og vald til tess ?
Tað er ein fúl undirmeting av veljaranum og ov bíligt og óseriøst aftur at koma við stríputum valfleski, hovski snovski og lyftum um framhaldandi oysli við almennum skattakrónum.
At sita í Býráðnum krevur ábyrgdarkenslu og habilitet. At avgreiða mál Tórshavn at frama, ikki at hava eitt fýra ára alment bein at gnaga og gysser í kassan fyri nevndarfundir og hugnaligar ferðir til vinarbýir og døgurðar og borðfæ og kanningarferðir og skeiðir og hvat man annars kallar allar hesar herligu ágóðarnar sum fylgja við einum sessi í Tórshavnar Býráði, alt goldið av hart plágaða skattagjaldaranum.
il Býráði