Um vikuskiftið heldur Tjóðveldi floksting í Skálavík. Gitingar hava verið, at Høgni Hoydal ikki longur vil halda fram sum formaður í flokkinum, men onki mótvalevni er, so tað er víst, at hann framvegis verður formaður eftir flokstingið um vikuskiftið.
Men Høgni Hoydal hevur sjálvur ongar viðmerkingar til gitingarnar um, at hann ikki vil halda fram sum formaður.
Heldur onki mótvalevni er ímóti Torbirni Jacobsen, so hann heldur eisini fram sum næstformaður í flokkinum.
Hinvegin eru tvey um boðið at gerast formaður í aðalstjórnini hjá flokkinum. Solfríð Fjalsbak, forkvinna í Demokratia, og Hallur Ellingsgaard, aðalstjórnarformaður í Tjóðveldi, eru nevniliga skotin upp til aðalstjórnarformansvalið.
Javnstøða
Á skránni hjá flokstinginum fer javnstøða eisini at fylla rættiliga fitt. Ætlanin er, at tá val verður næstu ferð, so skulu líka nógvar kvinnur sum menn fylla vallistarnar, umframt, at nevndirnar í flokkinum skulu hava javnstøðu millum kynini.
Aðrar kvoteringar verða eisini á skránni. Millum annað skal avgerast, hvussu nógv skulu kunna stilla upp í ymisku gomlu valdømunin, soleiðis, at møguleiki er fyri, at alt landið kann verða umboðað í tingmanningini hjá Tjóðveldi.
Evni
Á flokstinginum verða fýra ymisk aktuell mál tikin upp:
Umhvørvi, sum Jóhanna Olsen frá umhvørvisdeildini fer at hava ein fyrilestur um. Búskapur, har Niels Christian Nolsøe frá Elektron fer at hava ein fyrilestur um. Mentan, sum Petur Pólson, sangari og yrkjari, fer at greiða frá, og fiskivinnupolitikkur, sum Torbjørn Jacobsen fer at siga nakað um.
- Vónandi fáa vit eitt gott kjak burturúr hesum evnum, sigur Høgni Hoydal, formaður. Spurdur um loysingin ikki fer at fylla eitt nakað á tinginum, sigur Høgni Hoydal, at tað ger hon altíð, og millum annað umfatandi uppskotið hjá Tjóðveldi um loysing, sum er lagt fyri ting, verður viðgjørt.
Frágreiðing
Á øllum flokstingum er ein formansfrágreiðing, og Høgni Hoydal greiðir frá, at hon hevur nógv ymisk mál í sær.
- Vit hava sitið bæði í samgongu og andstøðu seinasta árið, so tað fer sjálvandi at fylla rættiliga nógv. Hvat vit hava útrættað og so framvegis, men eg seti eisini fokus á, hvat vit sum flokkur kunnu gera í komandi tíðum, umframt, at flokkurin má finna útav besta háttinum at koma aftur í stjórn, greiðir Høgni Hoydal frá.
Høgni Hoydal er heldur ikki í iva um, at hann eisini fer at viðgera núverandi samgongu.
- Mær dámar illa at samanbera samgongur, men eg haldi tað vera undarligt, at tað altíð er so stórt fokus á ósemjur, sum ikki eru har, tá Tjóðveldi er í samgongu. Tað var fyri ein stóran mun bara Gerhard Lognberg, sum var ósamdur. Onki verður hugt at núverandi samgongu, sum er rúkandi ósamd, men megnar at fáa tað at síggja út sum, at semja valdar, sigur Høgni Hoydal, og leggur afturat, at hann sjáldan hevur sæð ein samgongu, sum hevur fingið so lítið av skafti, sum sitandi samgonga.
Stytt stevnumið
Ætlanini hjá Tjóðveldi á flokstinginum er somuleiðis, at gera ein styttri útgávu av stevnumiðum floksins í øllum málum.
- Stevnuskráin hevur verið tann sama síðan flokkurin varð settur á stovn, men stevnumiðini broytast við samfelagnum. Sum einasti flokkur við ítøkiligum ætlanum í øllum viðurskiftum, so skal hetta vera lætt at koma til, og tað verða hesir upplýsingar, tá vit hava stytt stevnumiðini, greiðir formaðurin í Tjóðveldi frá.
Hol í grótið
Politisku flokkarnar plaga at flyta flokstingið kring landið. Hesaferð verður tingið hjá Tjóðveldi í Skálavík á Sandoynni, og tað kemur eisini at merkja prátið.
- Sjálvandi. Tá vit eru í Sandoynni kemst ikki uttan um at tosa um ein tunnil. So tað kemur nokk eisini at fylla eitt sindur, sigur Høgni Hoydal. Sum eisini greiðir frá, at tað er púra vanligt at tosa um ávís viðurskifti í økinum, har flokstingið er.