Stríðsval verður í Sjálvstýrisflokkinum

Beint eftir fólkatingsvalið tyktiskt greitt, at bert eitt valevni fór at verða til formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum. Eftir at Kári á Rógvi boðaði frá, at hann ikki stillar uppaftur, og at Kári P. Højgaard gjørdi greitt, at hann fegin tók eitt tørn afturat, tyktist avgerði at vera fallin.

Men í gjár boðaði Jógvan Skorheim í Klaksvík frá, ar hann bjóðar seg fram sum nýggjan formann.

Reglurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum siga, at formaðurin skal annaðhvørt verða løgtings- ella landsstýrisfólk – um hetta ber til. Bera hesir seg undan, so tulka tey reglarnar so, at onkur annar kann veljast. Men Jógvan Skorheim hvørki landsstýris- ella tingmaður. Í øllum førum ikki enn. Men hann er ikki hvør sum helst, tí hann er valdur fyri Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Býráð, har hann er varaborgarstjóri í samgonguni millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Klaksvík var í mong ár háborgin hjá Sjálvstýrisflokkinum, har hann taldist millum teir stóru flokkarnar. Hann hevði mangan umdømisvaldan tingmann, og hevur long tíðarskeið havt tveir býráðslimir.

Gitt verður, at Kristianna Winther Poulsen, sum gjørdist toppskorari á fólkatingsvalinum hevur møguleika at verða vald, men eyðsæð er, at ein ambitiøsur sjálvstýrismaður í Klaksvík, sum bæði er býráðslimur og varaborgarstjóri eisini hevur góðan møguleika at liggja væl fyri at vinna Sjálvstýrisflokkinum Norðoyggjum tingmannin aftur.

Lesið samrøðu, sum Sosialurin hevði við Jógvan Skorheim i gjár. Hon kann lesast á pressan.fo