Stríðsviljin var munurin

Sundalagsmenn eru klárir til fjórðu steypafinaluna á rað, eftir at teir vunnu 2-0 á B36 í seinra hálvfinaludystinum. Talan var um ein uppibornan sigur til sundalagsmenn sum vístu sera góðan stríðsvilja, meðan B36 als ikki fekk glið á egið spæl

Ikki kann sigast annað enn at EB/Streymur er steypaliðið fram um onnur. Fjórða árið á rað eru sundalagsmenn komnir í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Tó metir Egil á Bø ikki, at sundalagsmenn hava ein serstakan frymill, tá talan er um steypakappingina.
- Nei, eg haldi ikki at vit gera nakað ørvísi enn hini liðini. Men tað er sum um vit eru eyka uppsettir, tá talan er um steypadystir, tí tað eru sokallaðir “vinn ella forsvinn”dystir, sigur Egil á Bø.
At sundalagsmenn vóru uppsettir til dystin sást frá fyrsta bríkli, har teir lógu tætt upp at mótspælarunum, so teir ikki fingu tíð ella pláss til at fáa glið á organiseraða álopsspælið. Sambært Egili var hetta uppleggið til dystin.
-Ja, vit lótu tættir á teimum frá dystarbyrjan, sigur Egil, og heldur fram, -at vit vístu sera góðan stríðsvilja allan dystin, har allir mans arbeiddu hart fyri hvørjum øðrum. Tað hevði við sær at B36 als ikki fekk fótin fyri seg í stórum parti av dystinum.

Liðskiparin hjá B36, Klæmint Matras er samdur við starvsbróðrinum í EB/Streymi.
- Ja, sundalagsmenn kláraðu at seta kílar í uppspælið hjá okkum, og gjørdi tað trupult hjá okkum at fáa samanhang í spælið. Tað var ikki nógv sum riggaði hjá okkum í dystinum, serliga í álopspartinum vóru vit tannleysir, sigur Klæmin Matras.
Samanumtikið var talan um ein arbeiðssigur hjá EB/Streymi. Hóast spælið ikki var tað besta, so kann eingin siga nakað um stríðsviljan hjá sundalagsmonnum. Teir vildu meira enn gestirnir, sum manglaðu hugflog og neyðuga stríðsviljan at svara aftur. Tískil vann EB/Streymur ein uppibornan arbeiðssigur á einum tomum B36 liði.
Sorin setti hol á
Eftir ein málleysan fyrra hálvleik, har EB/Streymur hevði havt flestu málroyndirnar, so kom rættuliga gongd á eftir steðgin.
EB/Streymur legði seg á odda tá gott korter var farið av seinra hálvleiki. Málskjútti var Sorin Anghel, sum ótarnaður kundi stúta bóltin í kassan, eftir innlegg úr høgru síðu.
Tað var sum at fáa váta vøttin hjá B36, tí beint áðrenn sundalagsmenn løgdu seg á odda, fekk Christian R. Mouritsen ein góðan kjans, men René Tórgarð bjargaði. Ein misnýttur kjansur, sum gjørdist sera dýrur hjá B36.
Eftir at sundalagsmenn høvdu lagt seg á odda var vent í holuni. Nú vóru tað B36 sum skuldi fram á vøllin, meðan EB/Streymur vóru klárir til steypafinaluna um støðan helt sær.
Hóast sundalagsmenn høvdu neyðuga úrtlitið í skjáttuni, so løgdu teir seg ikki aftur at verja, men hildu á at trýsta høgt á vøllinum. Taktikkurin hjá vertunum riggaði til fullnar, tí B36 kláraði ikki at fáa takið á dystinum. Heldur vóru tað sundalagsmenn sum høvdu bestu kjansirnar, meðan tað var alt ov lítið bit í álopinum hjá B36.
Tískil var tað í trá við spæl og kjansir at EB/Streymur økti um leiðsluna stutt undan dystarloki, við brotsparki, sum Kristoffur Jakobsen setti trygt í málið. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum endaði 2-0 til EB/Streym
Sostatt vann EB/Streymur samanlagt 3-2 á B36, og eru klárir til finaluna í steypakappingini 6. august, í Klaksík, meðan B36 hevur nógv at rættað uppá innan næsta landskappingardyst.